

Aftur í nátt hava fleiri dronur verið at sæð í luftini yvir Danmark.
Danmarks Radio skrivar, at sambært Verjuni (tað danir kalla Forsvaret) hevur tað serliga verið áhugi fyri støðum har Verjan heldur til hesaferð.
Bæði Verjan sjálv og vanlig fólk hava boðað frá, at tey hava sæð dronurnar.
Verjan er annars fáorðað og vil ikki gera viðmerkingar til hendingarnar, skrivar dr.dk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo