Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-012/2026 frá Magna Højgaard, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í vinnumálum, Jacob Vestergaard, um vegakervið hjá Landsverki

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Hvørjar ítøkiligar ætlanir eru um at asfaltera og umvæla vegir í Eysturoynni, harundir á Skála?

2. Hvussu verður ein raðfesting gjørd, tá hugsað verður um stóra trýstið og eftirsleipið, ið er á økinum?

3. Verður hugsað um teir vegir, sum liggja í tætt bygdum øki, og har fólk í øllum aldri búgva við vegin?

4. Verður atlit tikið at, hvussu stórt ella lítið eitt arbeið er? Til dømis um longd á vegastrekki, hvussu umfatandi arbeiðið er, ella hvussu stórt trýst er á vegastrekkinum?

Svar til spurning 1 
Í Eysturoynni, eins og í restini av landinum, eru fleiri vegir, ið treingja til at verða umvældir og  asfalteraðir. Játtanin til at viðlíkahalda vegakervið hevur ikki verið nøktandi í nógv ár, og eftirsleipið er vaksið støðugt.  

Landsvegakervið er 480 kilometrar. Játtanin til at asfaltera hevur verið umleið 12 mió. kr. seinnu árini, og tað røkkur til at asfaltera eini 6 km. um árið. Landsverk metir, at árligi tørvurin á játtan til asfaltering er umleið 60 mió. kr., um landsvegakervið skal haldast á einum nøktandi støði. Hetta svarar til at asfaltera eini 30 km. av landsvegi um árið.  

Í fjør vóru Vegurin millum Fjarða og Elduvíkarvegurin raðfestir og asfalteraðir. Í 2023 varð vegurin millum Gøtu og Kambsdal asfalteraður og í ár er ætlanin at asfaltera vegin á Hellunum.  

Viðmerkjast kann, at av verkætlanum í Eysturoynni, er serstøk játtan til at betra ferðsluviðurskiftini við Gøtugjógv. Peningur er játtaður til at fyrireika Gøtudalstunnilin.

Brúgvin um Fjarðará verður gjørd av nýggjum, og brúgvin um Streymin verður høvuðsumvæld.  

Landsverk hevur yvirlit yvir øll vegastrekki, sum hava tørv á umvæling og asfaltering. Raðfestingin fyri 2027 er ikki liðug, men ætlanin er  at halda fram við at asfaltera vegastrekkið millum Gøtu og Runavík. Tað er nógv ferðsla á vegnum, hann er nógvastaðni í ringum standi, og er ein partur av høvuðsvegakervinum millum høvuðsstaðarøkið og Norðoyggjar.  

Vegirnir á Skála, sum spyrjarin vísir á, hava tørv á umvælingum, og vónandi fer at bera til at asfaltera teir innan rímiliga tíð.

Svar til spurning 2, 3 og 4 
Landsverk metir javnan um støðuna á landsvegakervinum. Metingin verður gjørd av fakfólki, økisleiðarum og vegaformonnum, sum fáast við vegagerð.

Landsverk hevur ment eina skipan, sum ger tað lættari at meta um støðuna á vegakervinum.

Vegirnir verða filmaðir, og síðani verður myndatilfarið greinað við vitlíki. Skipanin kann skráseta og flokka ymisk sløg av skaðum á vegnum og kann eisini viðgera eina stóra nøgd av myndatilfari, sum annars er sera tíðarkrevjandi at gera manuelt.  

Hetta er ein góður máti at fáa eitt yvirlit yvir alt vegakervið, og er eitt íkast í arbeiðinum hjá Landsverki.  

Raðfest verður frá einari samlaðari meting, har standurin á vegunum hevur størstan týdning. Tó verða ferðslutættleiki, ferðslutrygd, samfelagsligur týdningur, staðseting í tættbygdum øki, stødd og kostnaður á arbeiðinum og praktisku møguleikarnir at fremja arbeiðið eisini tikin við.

Vegir við nógvari ferðslu hava vanliga stóran samferðsluligan týdning. Eru partar av høvuðsvegakervi landsins. Eru teir illa farnir, verða teir skjótari niðurbrotnir, og verður viðlíkahald tí raðfest.   

Tað verður eisini mett um, um tað loysir seg betri fíggjarliga og ferðsluliga at asfaltera eitt langt vegastrekki, heldur enn fleiri styttri strekki. Tó skulu styttri vegastrekki eisini asfalterast og takast við í samlaðu metingina.

Samanumtikið verður alt ov lítið játtað til viðlíkahald av samferðslukervinum. Vónandi ber til at fáa semju um at hækka játtanina til viðlíkahald næstu árini. 

Jacob Vestergaard 
landsstýrismaður 
    

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #