Í minsta lagi eitt flogfar hevur fingið skaða á flogvøllinum í Riyadh í Saudi Arabia, siga tvær keldur við AFP, fáar tímar eftir at fleiri spreingingar hoyrdust yvir saudiarabiska høvuðsstaðnum.
Hutiarnir í Jemen hava boðað frá trimum serstøkum álopum móti flogvøllinum í dag.
Fleiri flogfeløg hava steðgað flúgvingini til Riyadh eftir álop á flogvøllin, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



