Indiski flogskiparin, Smit Machchhar, sum varð stungin av hjáflogskipara sínum mikudagin undir eini flogferð til Ísraels, tosar nú fyri fyrstu ferð um hendingina.
Tað ger hann í videosamrøðu við indiska forsætisráðharran Narendra Modi, sum varð almannakunngjørd í dag, skrivar CNN.
Her sigur flogskiparin, at hann lá illa skaddur á dúrkinum í cockpittinum, tá hann varnaðist, at flogfarið fór niður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



