Um títt arbeiði upptekur teg so nógv, at tú ikki fært tíð til annað, er okkurt galið, antin við arbeiðnum ella við tær
- Kahlil Gibran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Innsent: FM kappingarnar í súkkling halda fram.

Sunnudagin 28. september varð kappast um føroyameistaraheitið í miðteini, eisini nevnt XCO.

Í opna bólkinum hjá monnum var Helgi Winther Olsen úr Fjallasúkklufelagnum fyrstur á mál við tíðini 1:35:49. Næstur honum var Hilmar Hansen úr Norðstrok við 1:52:57, og á triðja plássinum var Gunnar Dahl-Olsen úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag við 1:55:35.

Í bólkinum M40 vann Óli Hansen við 1:34:28, og Bogi Højgaard úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag gjørdist nummar tvey, eitt umfar aftanfyri.

Í bólkinum M50 vann Uni Heðinsson úr Norðstrok við 1:28:30, nummar tvey varð Eddie Magnussen við 1:44:56, og  nummar trý gjørdist Høgni Rúnason Øster úr Fjallasúkklufelagnum, tvey umfør aftanfyri.

Sí øll úrslitini frá FM í miðteini á Webscorer her.

Reidar F. Joensen tók hópin av myndum undir kappingini á miðteini sunnudagin og eru tær at finna á Facebook-bólkinum Súkkling í Føroyum her. Niðanfyri eru nakrar av teimum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo