Flogvit er 1% viðføtt og 99% bit og slit
- Thomas E. Edison

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tvørmegi: Hósdagin 4. juni var stovnandi aðalfundur fyri Ítróttafelagið Tvørmegi, sum er fyrsta functional fitness ítróttafelag í Føroyum. Endamál felagsins er at fremja, styrkja og breiða út vitan um venjing við funktionellum rørslum umframt at skapa møguleikar hjá føroyskum ítróttafólki at kappast bæði innanlands og uttanlands.

Functional fitness sum ítróttagrein er sprottin úr crossfit. Í Føroyum sóu vit crossfit fyrstu ferð, tá venjingarmiðstøðin, Tvørmegi, varð sett á stovn í 2013. Sjálvt functional fitness hevur tikið seg nógv fram seinastu árini. Functional fitness er sera líkt crossfit, men virkar sum ein ítróttargrein burturav.

Høvuðsmálið hjá Altjóða Functional Fitnesssambandinum er í løtuni at fáa ítróttagreinina góðtikna sum olympiska ítróttagrein.

Meðan føroyingar seinastu árini hava luttikið í crossfit kappingum í Danmark, Svøríki, Skotlandi, Fraklandi og Spania, so var tað eitt stórt framstig, tá fýra føroyingar í juni luttóku í danska meistaraskapinum (DM) í functional fitness. Okkara luttakarar vístu, at vit føroyingar meira enn so eru førir fyri at kappast millum tey fremstu, eitt nú tá Eyðun Hentze Højgaard, Jóhanna av Steinum og Tordis Tróndarson øll kvalifiseraðu seg til heimsmeistaraskapið í Avstralia í vetur.

Ítróttafelagið,Tvørmegi, hevði stovnandi aðalfund 4. juni 2025.

Í nevndini eru:
* Kristjan Petursson, forfólk
* Eyðun Hentze Højgaard, næstforfólk
* Ari av Rana, nevndarlimur
* Jóhanna av Steinum, nevndarlimur
* Bartal Kamban, nevndarlimur

Felagið hevur heimstað í venjingarmiðstøðini, Tvørmegi, Slættanesgøta 11, Tórshavn.

Meira fæst at vita um felagið á heimasíðuni: tvormegi.fo/ift

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo