Flogvit er 1% viðføtt og 99% bit og slit
- Thomas E. Edison

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Rættarøkið í Føroyum fær ta neyðugu raðfestingina, sum í fleiri ár hevur verið eftirspurd. Hetta eru góð tíðindi, ið fara at føra við sær einar tryggari Føroyar, umframt betri arbeiðsumstøður hjá øllum teimum, ið arbeiða innan rættarøkið.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur í fleiri ár arbeitt fyri, og strongt á donsku stjórnina, at batar skulu gerast innan økið.

Hetta er nakað, ið Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur arbeitt fyri í nógv ár. 

Danska løgmálaráðið hevur við tíðindaskrivi í dag boðað frá, at føroyska rættarøkið verður uppstigað. 

Ítøkiliga inniber hetta hesar raðfestingar av Føroya Politi, Ákæruvaldinum og Føroya Rætti:

Føroya Politi fær nýggja útgerð, ið millum annað styrkir um maritima kapasitetin. 

Harafturat fær Føroya Politi fýra ársverk, ið skulu verja sárbær offur og stuðla uppundir fyribyrgjandi- og kanningararbeiðið innan KT-kriminalitet. 

Umframt hetta verður betrað um KT-økið hjá Føroya Politi og økt um lutin hjá PET í Føroyum.

Ákæruvaldið verður raðfest við tveimum royndum ákærum.

Føroya Rættur fær sítt KT-økið raðfest, soleiðis at tað er javnstillað við KT-virksemið hjá donsku dómstólunum.

"Eftir mínum tykki hevur rættarøkið verið afturúrsiglt í ov langa tíð. Tað er tískil gleðiligt, at samstarvið hjá mær og stjórnini hevur givið úrslit - eg freistist at siga borið á mál, men enn eru viðurskifti, ið skulu bøtast um. Men uttan iva er hetta eitt stórt fet á rættari kós!" sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.

Stutt fyri summarfrítíðina gav Sambandsflokkurin á Fólkatingi út eitt politiskt útspæl, sum tók útgangsstøði í viðurskiftunum hjá Føroya Politi og Ákæruvaldinum. 

Endamálið við útspælinum var at varpa ljós á tær avbjóðingarnar, ið rættarøkið í Føroyum hevur, umframt at vísa á loysnir. Útspælið og áheitanirnar til donsku stjórnina tykjast ikki at hava verið fyri deyvum oyrum, tí við fráboðanini í dag er greitt, at samstarv slóðar fyri framgongd.

Útspælið hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi kann lesast her: www.saft.fo/Default.aspx

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkurin á Fólkatingi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo