Føroya Tele tillagar nú prísirnar.
Hesum boðar telefelagið frá á heimasíðuni.
Í onkrum føri er talan um príslækking, til dømis um tú hevur eitt 5GB fartelefonhald, so minkar prísurin úr 157 til 147 krónur. Men í flestu prísflokkum er talan um eina hækking, og har sum stórsta hækkingin er, er talan um eina príshækking uppá yvir 21%. Tað er haldið sum eitur barnaur 50MB. Í onkrum øðrum føri er hækkingin um 10%.
Føroya Tele sigur, at broytingarnar koma í gildi "so vit framvegis kunnu bjóða tær góðar tænastur og trygt samband".
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



