Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin er so begávaður sum tann, vit eru samd við, ikki so?
- Margretha drotning
Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-014/2026 eftir § 52a í Tingskipanini frá Bjørg Brynhildardóttir Egholm, løgtingskvinnu, settur Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum.
Evni: Atlimaskapur í Erasmus+.

Fyrispurningurin er soljóðandi: 
1. Eru Føroyar klárar til atlimaskap í Erasmus+-skipanini í 2028?

2. Um ikki, hvørji ítøkilig átøk eru í gongd nú í miðfyrisitingini, og hvørji mangla at verða gjørd?

3. Er fíggjarligt og starvsfólkaligt rúm fyri at fáa allar fyrireikingarnar gjørdar áðrenn freistina?

4. Eru útbúgvingarstovnarnir undir Mentamálaráðnum klárir til at taka ímóti útlendskum lesandi og starvsfólki, og til at senda føroysk lesandi og starvsfólk út gjøgnum Erasmus+skipanina?

5. Um ikki, hvat manglar so, og hvussu verður fíggjarligt og starvsfólkaligt rúm tryggjað útbúgvingarstovnunum at koma á mál rættstundis?

Svar 
Til 1 og 2:
Síðan tíðliga í 2025 hava Føroyar og ES-kommisiónin havt regluligar fundir, sum fyrireika báðar partar til atlimaskapin. Hesir fundirnir leggja grundarlag fyri teimum samráðingarfundum, sum verða, tá ið nýggja Erasmus+-skráin er góðkend væntandi í seinnu helvt av 2027. Føroyar eru væl við í tilgongdini at verða klárar, tá ið skráin verður sjósett í 2028. Tjóðarskrivstovan er í 2025 sett á stovn við einum fulltrúa, og í næstum verður næsta starvsfólk sett.

Til 3: Fulli kostnaðurin av einum Erasmus+-atlimaskapi kenna vit, tá ið formligu samráðingarnar eru lidnar, væntandi ultimo 2027. Arbeitt verður miðvíst við at koma á mál, bæði fíggjarliga, starvsfólkaliga og skipanarliga, og arbeiðið gongur eftir ætlan. So hvørt sum virksemið í tjóðarskrivstovuni økist, og fleiri starvsøkir verða løgd afturat, verður tørvur á at økja um starvsfólkahópin.

Til 4: Erasmus+ setur størri formlig krøv til universitet, enn aðrir lærustovnar. Fróðskaparsetur Føroya er einasta universitet í Føroyum, og størsti hægri lærustovnur, og skal tí hava eina Erasmus+ góðkenning frá ES-kommissiónini.

Á Fróðskaparsetri Føroya er sjøtul settur á fyrireikingarnar. Liður í fyrireikingararbeiðinum er, at Setrið sum útbúgvingarstovnur verður góðkent sambært Erasmus Charter for Higher Education (ECHE). At fáa eina ECHE-góðkenning í 2027 er fortreyt fyri, at Setrið kann luttaka í Erasmus+ frá 2028. Umsóknin um ECHE-góðkenningina skal latast inn við ársbyrjan 2027. Til góðkenningina eru ávís krøv um, hvussu Setrið sum útbúgvingarstovnur skipar flytførið hjá lesandi og starvsfólkum – bæði tey, sum fara aðrastaðni, og tey, sum koma á Setrið.

Fyrireikandi arbeiðið á Setrinum er skipað við støði í krøvunum um flytføri, sum Setrið skal lúka fyri at fáa eina ECHE-góðkenning. Leiðsla, undirvísarar, granskarar og fyrisiting arbeiða við at tryggja, at verandi mannagongdir á flytførisøkinum lúka krøvini í eini ECHE-góðkenning, og at neyðugar nýggjar mannagongdir verða mentar.

Ein av fremstu raðfestingunum hjá Setrinum í fyrireikingunum er tí at taka støðu til, hvørji fak- og útbúgvingarøki í fyrstu syftu skulu verða fevnd av flytførisavtalum, og eisini hvørjar útbúgvingarstovnar Setrið skal samstarva við.

Ein strategisk raðfesting er at tryggja, at lesandi á Setrinum fáa møguleika at taka partar av síni útbúgving í fakum, sum Setrið annars ikki hevur møguleika at bjóða út. Samstundis skulu lesandi á útbúgvingarstovnum uttanlands kunna taka partar av útbúgvingini á Setrinum. Hetta kann eisini geva føroyskum lesandi uttanlands møguleika at koma á Setrið í eitt tíðarskeið.

Harafturat er dentur lagdur á, at Altjóða skrivstovan á Setrinum verður nýskipað og ment. Altjóða skrivstovan verður eitt miðpunkt á flytførisøkinum, og tí er neyðugt, at Altjóða skrivstovan hevur neyðugu førleikarnar og karmarnar at skipa flytførisøkið.

Ein greið kós er sostatt sett út í kortið, soleiðis at Setrið verður til reiðar í 2028, at lesandi og starvsfólk úr øðrum londum koma á Setrið, og somuleiðis at lesandi og starvsfólk á Setrinum fara aðrastaðni í styttri og longri tíðarskeið sum liður í Erasmus+.

Tá umræður aðrar útbúgvingarstovnar, sum ikki er universitet, eru krøvini færri og einfaldari. Tjóðarskrivstovan hevur í hesum sambandi áhaldandi samskifti við partarnar á frítíðar-, ítrótta-, yrkis- og útbúgvingarøkinum í Føroyum.  

Til 5: Fróðskaparsetur Føroya skal vera til reiðar at luttaka í Erasmus+ í 2028, og krevur hetta, at Altjóða skrivstovan verður ment. Altjóða skrivstovan skal fyrisita og skipa alla tilgongdina, tá lesandi koma og fara á skiftislestur, og somuleiðis tá starvsfólk koma og fara í skiftisstarv. Tí er avgerandi, at ársverkini á Altjóða skrivstovuni verða samsvarandi arbeiðsbyrðuna, sum verður løgd afturat.

At Altjóða skrivstovan verður nýskipað og starvsfólkahópurin styrktur, verður sostatt ein fortreyt fyri, at Setrið kann skipa og fyrisita flytføri av starvsfólkum og lesandi í Erasmus+ høpi.  

Sum nevnt omanfyri hevur tjóðarskrivstovan  áhaldandi samskifti við partarnar á frítíðar-, ítrótta, yrkis- og útbúgvingarøkinum í Føroyum. 

Bárður á Lakjuni 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #