Tórshavnar kommuna: Føroyar eru nummar 31 á GDS Indexinum fyri 2026 við 78 prosentum. Úrslitið byggir millum annað á, at 85 prosent av hotellkømrunum í Tórshavn nú hava eina burðardygdargóðkenning.
Global Destination Sustainability Index kunngjørdi 23. september úrslitini fyri 2026. Føroyar eru framvegis millum tey 40 fremstu ferðamálini á altjóða listanum, sum skrásetir og samanber ferðamál innan burðardygd. Í fjør vóru Føroyar nummar 30; í ár eru vit nummar 31.
GDS-indexið metir um arbeiðið hjá ferðamálum á fýra økjum: umhvørvi, sosial viðurskifti, ferðavinnuveitarar og stýring av ferðamálinum. Tórshavnar kommuna, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands hava samstarvað um luttøkuna síðan 2019. Mátingin gevur eitt felags grundarlag at fylgja menningini og raðfesta næstu átøkini.
- Okkara mál er at halda fram við at menna Tórshavnar kommunu sum eitt burðardygt ferðamál. Tað krevur nýggj átøk, áhaldni og gott samstarv millum kommununa, vinnuna og onnur, sigur Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Fleiri hotellkømur hava góðkenning
GDS staðfestur, at 85 prosent av hotellkømrunum, sum eru fevnd av mátingini, hava burðardygdargóðkenning. Í 2025 var talið 54 prosent. Tað er ein týðandi broyting, sum hevur týdning fyri kappingarføri fyri Føroyar sum vertland – serliga tá vit bjóða altjóða fundum, ráðstevnum og tiltøkum vælkomnum heim til okkara.
Tá ið vit bjóða upp á altjóða ráðstevnur og tiltøk, krevja fyriskiparar ítøkiliga vitan um burðardygd. Fleiri góðkend hotellkømur, tiltakstøð og veitarar við burðardygdsgóðkenningum skjalprógva okkara støðið á hesum økið, og styrkja okkara støðu at vísa, hvørjar loysnir Føroyar kunnu bjóða. GDS-úrslitið er tí eitt viðkomandi amboð í okkara arbeiði at fáa fundir og tiltøk til Føroya, sigur Brim Hildardóttir Hoydal, sum hevur ábyrgd av GDS-skrásetingini hjá Visit Faroe Islands.
Úrslitið vísir eisini, hvar vit kunnu styrkja okkum enn meira. Her er málið at ráðstevnu- og ferðafyriskiparar og vitjunarverd støð eisini hava burðardygdsgóðkenningar.
GDS-indexið er ein máting og eitt menningaramboð fyri ferðamál, sum vísir, hvussu tað stendur seg í mun til onnur luttakandi ferðamál og hvar møguleikarnir fyri framgongd eru. Fleiri enn 100 ferðamál eru partur av skrásetingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



