

Verjusemja er nú gjørd, har landsstýrið ikki vil luttaka.
Ítøkiliga er m.a. avtalað, at ein sjókaðal verður lagdur millum Danmark og Grønland, og nú skal samráðast nærri við Føroya Landsstýri um at knýta føroyska fjarskiftiskervið uppí.
Hava vit ráð at bíða, hava vit ráð at standa uttanfyri ??
Landsstýrið vil bíða og samráðast nærri, hini taka avgerðir. Alt ímeðan Geo-politikkurin er glóðheitur, og londini kring okkum eru á skundfundum nærum dagliga, har avtalur verða gjørdar um hvussu tað sum skjótast kann koma til at styrkja um verjustøðuna hjá einstøku londunum. Men Føroya Landsstýrið skal bíða og samráðast nærri.
Føroyar liggja mitt í meldrinum, og tí er altavgerandi at vit luttaka í mest møguligan mun, har avgerðirnar verða tiknar.
Fleiri verjusemjur eru gjørdar millum Føroyar, Grønland og Danmark, har stórar upphæddir eru raðfestar til grønlendsku og donsku trygdina, ímeðan tað bert var ein viðfáningur settur av til Føroya.
Vit hava áður fingið staðfest, at undanfarni, landsstýrismaður í uttanríkismálum noktaði at seta seg við borðið, og tað tykist sum um at eisini núverandi landsstýriskvinna við uttanríkismálum velur sama leist, og noktar, at vera við til at avgera hvørjar íløgur kunnu gerast í trygd og verju í Føroyum. Íløgur í trygdina hjá Føroyum og føroyingum.
Hetta er eitt alt ov týdningarmikið mál, at brúka tjóðarpolitiskt. Heldur eiga vit at standa saman um hetta, og tryggja samfelagið enn meira. Vit kunnu ikki standa uttanfyri.
Bárður á Steig Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo