Føroysk lívstryggingarfeløg og pensjónskassar skulu frá 31. desember í ár rokna við, at føroyingar liva enn longri enn danir, tá feløgini gera upp sínar framtíðar skyldur.
Sambært einum notati hjá Tryggingareftirlitinum, sum er dagfest 8. oktober í ár, verður ískoytið til danska samanberingargrundarlagið 1,1 ár fyri menn og 0,8 ár fyri kvinnur. Í fjør vóru tølini ávikavist 0,9 og 0,7 ár.
Ískoytini byggja á munin í væntaðari eftirverandi livitíð hjá 65 ára gomlum í Føroyum og Danmark. Fyri at javna sveiggini verður eitt fimm ára miðaltal nýtt.
Longri livitíð merkir, at pensjónsfeløgini skulu rokna við at rinda lívslangar pensjónir í fleiri ár. Notatið sigur tó einki um, hvørt broytingin fær ávirkan á útgjøldini hjá einstøku kundunum.
Sæð yvir longri tíð er munurin millum kynini broyttur. Í 2016 var føroyska ískoytið 0,8 ár fyri menn og 1,5 ár fyri kvinnur. Nú er fyrimunurin í mun til Danmark størri hjá monnum enn hjá kvinnum.
Nýggja grundarlagið er galdandi til 30. desember 2027.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



