Polly Olevina Hummeland, sum er av føroyskari ætt, er ein av fýra skiparalesandi á SIMAC í Svendborg, sum standa aftan fyri fyritøkuna Nordfelt. Verkætlanin vann áskoðaravirðislønina á Maritime Investor Ball 2026, skrivar TV2 á Fjóni.
Tær arbeiða við eini skipan, sum skal tryggja skipum álítandi navigering, tá GPS-signal verða órógvað ella manipulerað. Hugskotið stavar frá egnum royndum við trupulleikum við GPS undir sigling.
Ætlanin er at gagnnýta undirstøðukervið fram við strondini, eitt nú vitar, vindmyllur og telemastrar til eina skipan, sum er óheft av fylgisveinum.
Hini í bólkinum eru Benazeer Turkmani, Sofie Egebo og Anne Burkal.
Skipanin er enn undir menning. Bólkurin søkir fígging, og pengarnir, tær hava vunnið, skal millum annað brúkast til serfrøðingar, sum skulu hjálpa við tøkniliga partinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



