Flogvit er 1% viðføtt og 99% bit og slit
- Thomas E. Edison

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Mikudagin og hósdagin í hesari vikuni skipar danska verjan fyri DALO Industry Days, har verjan og vinnan hittast í Ballerup í tveir dagar. Tiltakið er liður í ”open for business”-strategiini hjá verjuni, har fyritøkur kunnu hitta innkeyparar og onnur, sum starvast í verjuni.

Eisini føroyskar fyritøkur luttaka á DALO í ár, bæði sum framsýnarar og sum vitjandi. Vinnuhúsið hevur samskipað føroysku luttøkuna, sum fer fram sum partur av básinum hjá Dansk Industri.

Verjan hevur ein breiðan tørv á innkeypi av vørum og tænastum, og tað sæst eisini á teimum luttakandi fyritøkunum, sum koma úr øllum vinnugreinum.

DALO er størsta messa av sínum slag í Norðurlondum, og í sambandi við DALO eru eisini onnur atknýtt tiltøk um tørvin á innkeypi til donsku og evropeisku verjuna komandi árini.

DALO verður hildin á hvørjum ári í august, og var fyrstu ferð á skránni í 2012. Síðani tá er messan vaksin nógv í vavi.

Mynd: Forsvarsministeriet – fmi.dk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo