Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire
Onnur tíðindi

Evropa má vísa Putin, at stuðulin til Ukraina er álvari. Tað er boðskapurin hjá Anders Fogh Rasmussen í samrøðu við The Telegraph, sum ukrainski miðilin The Gaze endurgevur.

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin heldur, at samgongan av londum, sum vilja hjálpa Ukraina, er vorðin ein samgonga av londum, sum bíða.

Hann mælir til, at bretskir og franskir hermenn verja størri býir og týðandi undirstøðukervi í Ukraina. Hetta skal samstundis gera tað møguligt hjá ukrainum at flyta fleiri av egnum herfólkum til hermótið.

Fogh heldur, at Putin ikki hevur nakra orsøk at samráðast um frið, so leingi hann heldur, at Russland kann vinna kríggið. Tí má trýstið á Russland økjast, bæði hernaðarliga og fíggjarliga.

Uppskotið gongur longri enn almenna ætlanin hjá Bretlandi og Fraklandi. Sambært bretska verjumálaráðnum skal fleirtjóða herdeildin, sum londini fyrireika, bert sendast til Ukraina, tá bardagarnir eru steðgaðir og neyðugu politisku og hernaðarligu treytirnar eru loknar.

Herdeildin skal eftir ætlan hjálpa við at endurbyggja og styrkja ukrainska herin og fyribyrgja nýggjum russiskum álopum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #