Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
Lesarin skrivar

Fólkaflokkurin í Tórshavnar Býráð stendur við samtyktina í Tórshavnar Býráð frá 2024, at Tjóðleikhúsið ikki skal verða staðsett á Bursatanga á Eystaru bryggju í Havn.

Hóast borgarstjórin Elsa Berg yvirfyrí KVF hevur sagt, at arbeitt verður við at staðseta Tjóleikhúsið á Bursatanga, so koma umboðini fyri Fólkaflokkin ikki at stuðla hesum.

Eystara bryggja og Bursatangi eru til vinnuligt havnavirksemið, og vilja vit ikki á nakran hátt broyta hetta.

Vit taka undir við einum nýggjum tjóðleikhúsi í Havn, men ein onnur og betri staðseting skal finnast, sum ikki ger seg inn á vinnuliga virksemið á Eystaru bryggju.

Birgir Nielsen, býráðslimur
Høgni Vilhelmsen, býráðslimur
Fólkaflokkurin í Tórshavnar Býráð

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #