Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál
Lesarin skrivar

Fólkaflokkurin í Tórshavnar býráð mótmælir at Landsstýrið ætlar at gera seg inn á sjálvræði og avtalurættin hjá Tórshavnar Havn.

Uppskot um Fíggjarlóg 2027 verður í hesum døgum borið niðan í Løgtingið, sum millum annað hevur sum endamál, at frítaka Strandferðsluni at rinda havnagjald og vørugjøld eitt nú til Tórshavmar Havn.

Hetta kann koma at kosta Tórshavnar Havn umleið 7 mió.kr. árliga.

Men málið er nógv meira álvarsamt og víðgongd enn bara eitt mál um sparingar hjá landskassanum og at velja at fara niður lumman hjá Tórshavnar Havn eftir pengum, sum man ikki megnar at finna innanhýsis í síni egnu fíggjarlóg.

Tórshavnar Havn hevur síðstu mongu árini gjørt munandi íløgur í havnir, sum hevur havt sum endamál at betra munandi um møguleikarnar hjá vinnuni í øllum Føroyum við bæði øktum útflutningi og øktum innflutningi. Harumframt hevur Tórshavnar Havn við hesum útbyggingum eisini betra um umstøðurnar til skipini hjá Strandferðsluni, sum koma og fara umleið 4-5.000 ferðir um árið í Tórshavnar Havn. So hetta er ikki smávegis tænastir, sum talan er um.

Tí hevur tað altíð verið nattúrligt at Strandferðslan eisini rindar fyri tær tænastur, sum Tórshavnar Havn veitir teirra skipum.  Her fyriliggur eisini ein klár avtala millum Tórshavnar Havn og Strandferðsluna, sum ásetur hvørjar tænastur Tórshavnar Havn veitir, og hvat ið Strandferðslan rindar fyri tænasturnar.

Vit vilja vísa á fleiri løgfrøðisligar kanningar, bæði fyrr og nú, sum klárt vísa á:

- at hetta uppskotið stríðir móti Stýrisskipanarlógini og Grundlógini

- at uppskotið ger seg grunnleggjandi inn á kommunala sjálvræðið

- at uppskotið hóttir tilverugrundarlagið hjá Tórshavnar Havn

Vit vilja tí staðiliga heita á Jacob Vesturgaard, Landsstýrismann, um at taka hetta uppskotið aftur.

Vegna Fólkaflokkin í  Tórshavnar Býráð
Høgni Vilhelmsen, býráðslimur
Birgir Nielsen, býráðslimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #