Hagstovan: Ferð er komin á fólkavøksturin aftur eftir nøkur ár við lutfalsliga lítlum vøkstri. Nærum 900 fólk ella 1,6 prosent løgdust afturat seinasta árið. Seinast, fólkatalið vaks so nógv, var fyri seks árum síðani. Meginparturin av vøkstrinum kemur frá nettoflytingini, sum er nærum tíggjufaldað í mun til undanfarna tíðarskeið.
Nettoflytingin økir um fólkavøksturin
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð.
Fólkavøksturin á 881 fólk seinasta árið kom av einari nettoflyting á 699 fólk og einum burðaravlopi á 182 fólk. Burðaravlopið broyttist ikki stórvegis, men so var ikki við nettoflytingini. Hon var nærum tíggju ferðir størri enn í undanfarna tíðarskeiði. Broytingin í nettoflytingini stavar bæði frá, at færri fluttu úr Føroyum, og at fleiri fluttu til Føroya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



