Búskaparráðið: Sum ein lið í haldførisgreiningini, hevur Landsbanki Føroya ment eina nýggja fólkatalsframrokning í samstarvi við granskingarstovnin DREAM. Nýggja fólkatalsframrokningin nýtir søgulig tøl fram til ár 2025, meðan árini 2026 – 2100 eru framroknaði. Metingarnar eru gjørdar fyri hvørt kyni (kvinnur og menn), aldur (0 til 110 ár) og uppruna (føroyingar og útlendingar).
Nýggja fólkatalsframrokningin er ein deterministisk fólkatalsframskriving, ið tekur støði í søguligum tølum og gongdum, men framroknar fólkatalið út frá metingum um framtíðar væntaða livitíð, føðitíttleika og til- og fráflyting. Fólkatalsframrokningin roknar fram til ár 2100. Framrokningin fevnir sostatt um nærum 3 ættarlið, og tað valdar stór óvissa um slíkar framrokningar. Tað er serliga trupult at meta um framtíðar til- og fráflyting.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



