Frank Strada, ovasti fyri fongsulsverkið í Tennessee, leggur frá sær eftir miseydnaðu avrættingina av Christu Pike mikudagin. Hon fekk tveir skamtar av eitri, men yvirlivdi og liggur framvegis uttan vit.
Guvernørurin Bill Lee hevur góðtikið uppsøgnina, sambært New York Times. Hann hevur eisini steðgað øllum ætlaðum avrættingum restina av árinum og givið boð um eina óhefta kanning.
Ógreitt er, hví avrættingin miseydnaðist. Frank Strada heldur fast við, at galdandi mannagongdir vórðu fylgdar. Verjin hjá Christu Pike hevur tó sagt, at hon hevði trupulleikar við blóðæðrunum og tí óttaðist avrættingarháttin.
Christa Pike varð í 1996 dømd til deyða fyri eitt serliga ræðuligt morð á ein floksfelaga árið fyri. Avrættingin hevði verið tann fyrsta av eini kvinnu í Tennessee í 200 ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



