Um tú gleðist yvir litspælið í ælaboganum, mást tú eisini tola regnið
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Røða hjá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, í sambandi við fíggjarlógina fyri 2026.

- Eg minnist enn, at eg eitt kvøldið í 70-árunum sat norðuri í Fuglafirði og lurtaði eftir Barnaútvarpinum, tá tvær havnagentur vóru slopnar inn í studio á Bryggjabakka at syngja ein sang, sum tær sjálvar høvdu yrkt.

Bjørt Samuelsen var onnur av gentunum, og sangurin var tann seinni so vælumtókti “Andras dunna gekk ein túr.”

- Um hendan altíð fátæka arbeiðaran, sum enn einaferð stóð og manglaði pengar.  

Og hvar var so at fara?

- Jú “yvir til Onkel Juakim”, yrkir Bjørt Samuelsen

- yvir til hann sjálvan á skriviborðinum hjá Ruth Vang.

Men Onkel Juakim sat veruliga tungt á kassanum, og Bjørt Samuelsen yrkir:

“Korta nei tú fært ongar pengar”.

Men Andras Dunna gavst ikki so.

– Hann hótti við verkfalli.

Bjørt Samuelsen yrkir: “So komi eg ikki til arbeiðis í morgin.”

Og tá Onkel Juakim hoyrdi tað, so blotnaði hann beinan vegin, og skaldið yrkir:

“So skal tú nokk fáa pengar”.

- Meira skuldi ikki til.

- Og so byrjaði festin, og í næsta versi sigur Bjørt Samuelsen, at “so fóru teir í Tivoli”.

- Ikki bara teir, nei Rip og Rap og Rup komu við.

---

Tað er spell, at Bjørt Samuelsen gavst so tíðliga við at yrkja, tí henda fyrsta yrkingin var einki minni enn profetist. 

Hon vísir, hvussu skjótt tað er at fara frá at sita tungt á kassanum og til at enda í Tivoli.

Sí alla røðuna niðanfyri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo