Hon pástóð, at hon nærkaðist 40. Eg mundi spurt hana: frá hvørjum enda
- Bob Hope

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Skjótt verður møguligt at lesa víðari á Fróðskaparsetrinum við prógvi frá Heilsuskúlanum. Heilsurøktara til sjúkrarøktarfrøðing og námsfrøðihjálparar til námsfrøðing.

Broytingin styrkir møguleikarnar fyri fakligari menning og hægri útbúgving innan vælferðarøkið, og tryggjar smidligari útbúgvingarleiðir og harvið eisini betri møguleikar fyri lívlangari læru.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, heitti á Fróðskaparsetur Føroya um at virka saman við Barna- og útbúgvingarmálaráðnum at finna ein leist fyri, hvussu manglandi samanhangurin millum hesar báðar útbúgvingarstovnarnar kundi verið loystur.

Nú er ein semja funnin, og farið verður undir at broyta upptøkukunngerðina fyri Fróðskaparsetrið, so broytingin kann setast í verk.

– Hetta er eitt týdningarmikið stig móti einari greiðari útbúgvingarleið til teirra, sum longu starvast innan heilsu- og námsfrøðiliga økið, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður.

Hoyringin av kunngerðarbroytingini er nú send út, og møguleiki er at koma við viðmerkingum. Hoyringarfreistin er 6. november 2025.

Hoyringssvar kunnu sendast til bumr@bumr.fo.

Leinkja til kunngerðarbroytingina sæst her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo