At skifta hjúnafelaga er bara at skifta einar trupulleikar út við aðrar
- Kathleen Norris

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tann sekstanda august 2005 varð katólski munkurin, Bróður Roger, ið stovnaði brøðralagið í Taize í Fraklandi, myrdur. Hann helt kvøldbøn í eini lítlari kirkju, tá ið ein sinnissjúkur maður stakk ein knív í ryggin á honum.

Alt sítt lív hevði hann virkað fyri størri fatan millum kristin fólk. Tollyndi og virðing fyri øðrvísi hugsandi vóru berandi lyklaorð. At liva rótfestur í trúnni á Jesus sum Guðs sjónligi og opinberaði kærleiki.

Nýti ára gamal var hann offur fyri harðskapi. Hann lá á knøum í bøn til tann livandi Guð framman fyri ásjón Harrans við heilagt altar.

At liva í friði og njóta lívið og stunda á Guðs heilaga vilja. At liva í samljóði við umhvørvið, at hvíla í Guðs leiðslu og dýrdargera Jesus.

Friðurin er ein orkukelda, ið gevur megi og mátt. Friðurin er orkusparandi, tí kreftirnar verða nýttar til tað neyðuga og tað gagnliga verkið, ið avrikast skal.

Ófriður og darvandi misljóð byggja sjáldan nakað land, byggja sjáldan nakað varandi gott og gagnligt verk.

Viðhvørt hoyrist misnøgdin sum dunið, ið hongur í homrunum og ljóðar sum bergmál í gjáunum, ein køvandi hóttan mót glaðari guðstrúgv og lovsangi til Guðs heiður og prís.

Bróður Roger í Taize vísur á, at tað er torført at vinna menniskju fyri Kristus, um vit sum kristin hava lyndi at knarra. Gleðin er vinnandi, lovsangurin berandi og bønin andadráttur teirra kristnu.

Ynskja vit at vinna menniskju fyri Kristus, so er evangeliið um Jesus tann einasti vegurin. Evangeliið um mannin, ið sjálvur er vegurin, sannleikin og lívið.

Bróður Roger í Taize var sannførdur um, at ynskja vit at broyta heimin til tað betra, mega vit fremja tað góða og avmarka tað illa. Vit mega byrja við okkum sjálvum.

Ja, enn betur og meira enn tað! Skulu vit fremja tað góða, so má Jesus sleppa inn í okkara hjarta og gera eina broyting, skapa ein frið og fylla hjartað við gleði. Vit mega lata okkum umvenda.

Tá mjørkin fjalir lendið, og útsýnið er avmarkað, kann tað verða skjótt at villast. Sjálvt rímiliga staðkend kunnu koma nakað avsíðis, tí mjørkin avlagar sjónina.

At villast úti í Guðs fríu og vøkru náttúru kann verða óheppið og ikki sørt vandamikið. Eins álvarsamt er tað at villast í sínum egna hjarta. At villast í sínum hjarta er darvandi fyri tað jarðiska lívið og ævinleikan.

At síggja Guðs undur og kenna hansara mátt. At uppliva veldisverk Guðs og hóast tað villast í sínum innara menniskja, villast í sínum hjarta.

At villast í sínum hjarta er vandamikið, tí hjartað er lívsins kelduvað og andans sæti. Hjartað er er sæti fyri andaligum samskifti, og Guð hyggur at hjartanum.

“Hann, sum gongur við tína lið” er heitið á eini andakt, ið Bróður Roger hevur skrivað. Teksturin verður endurgivin í hesi andaktini.

“Tú, sum ynskir at fylgja Kristusi uttan at hyggja afturum, torir tú at lýta á evangeliið aftur og aftur?

Vilt tú við gleði byrja av nýggjum, drigin at honum, sum uttan vald stillisliga gongur við tína lið? Tann upprisni Kristus gongur við tína lið, gongur undan tær á vegi tínum.

Sjálvt um tú hugsar, at tú ikki ert verdur (m/k) kærleika hansara, vilt tú hóast tað, lata hann geva tær eina fríska keldu av livandi vatni í tínum innara menniskja?

Tað hugtakandi við Guði er hansara reinlyndi og nærleiki. Guð særir ongantíð nakran ella traðkar á mannvirði.

Guð noyðir okkum ikki til lýdni. Øll harðrend framferð avlagar andlit hansara. Hugsanin, at Guð kemur fyri at revsa, er ein stórur bági fyri trúnna.

Kristus spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta noyðir ongantíð nakran. Strongdi hann á, hvør tordi tá at bjóða tær at fylgja honum?

Í hjarta tíns kvirru teskar hann: “Tað eri eg, óttast ikki!” Kendur ella ikki, tann upprisni Kristus er nær hjá tí einstaka, sjálvt um viðkomandi ikki varnast nærveru hansara. Hann er har í tí dulda.

Ein logi kveiktur í tínum innara menniskja, eitt ljós í myrkri, hann elskar teg, sum um tú vart hansara einasti / einasta. Hann hevur givið sítt lív fyri teg. Tað er hansara loyndarmál.

Sameindur við Kristus veitst tú, at tænasta og djúphugsni hava somu keldu. Um tú biður, er tað kærleiki; um tú stríðist fyri at veita tí neyðstadda hjálp, er tað kærleiki.

Guð er andi og hansara nærleiki er ósjónligur. Kristus, uttan dýrd, letur Guðs dýrd skína ígjøgnum teg.

Ver tú ikki rædd / ræddur, tá tað týdningarmesta verður fjalt fyri eygum tínum. Tað elur í tær enn størri ídni at søkja hin upprisna.

Dag eftir dag vilt tú fata meira av dýpdini og breiddini av tí kærleika, sum ber av øllum viti. So leingi tú livir, vilt tú haðani oysa undran, men eisini tað mót, sum krevst at byrja av nýggjum.” Amen.

Orðið: “Men Guð hyggur at hjartanum.” (Fyrra Samuelsbók16,7).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo