

Í lesarabrævi á vp.fo leggur Kári M. Mortensen eftir Yvirfriðingarnevndini í málinum um vindmyllur í Klivaløkshaga. Ein seinking í málinum hevur við sær størri oljunýtslu og óneyðugar eykaútreiðslur.
Sparingar og grøna orkuskifti eru meir umráðandi enn náttúran tykist Kári M. Mortensen at siga.
Fuglafrøðifelagið stuðlar grøna orkuskiftinum av heilum hjarta, men hetta skal henda við atliti til okkara náttúru og lívfrøðiliga margfeldi.
Náttúran á Sandoynni
Vistskipanin við stórum vøtnum, mýrilendi og grasfløtum á Sandoynni er ríkasta fuglaøki vit eiga í landinum tá ið tað kemur til margfeldi – og so enntá á okkara størstu rottufríu oyggj. Fleiri av fuglasløgunum, sum eru tongd at økinum, eru sera fáment í Føroyum sum heild. Tí eigur júst henda vistskipan at vera vard. Tað gleðir okkum sostatt, at Yvirfriðingarnevndin tekur okkara fuglalív og náttúru í álvara. Føroyar hava bundið seg til ST-sáttmálan um "Sustainable Development Goals". Vit lova at ”verja, endurbøta og virka fyri burðardyggari nýtslu av jarðvistskipanum”. Tað tykiskt sum umhvørvisstovan er i holt við at gera júst tað øvugta – at brúka okkara ríkastu náttúru til orkuframleiðslu. Tað er ikki at verja ella at virka fyri burðadyggari nýtslu.
Fuglafrøðifelagið vil samstundis vísa á, at tað er serstakliga óheppið, at Umhvørvisstovan hevur ein dupultan leiklut. Gjøgnum Vernd skal Umhvørvisstovan verja okkara náttúru og altjóða sáttmálar. Gjøgnum Orku skal Umhvørvisstovan virka fyri grøna orkuskiftinum. Vit spyrja hvussu sami stovnur kann hava tveir so ymiskar leiklutir. Úrslitið er í hvussu er, at loyvi verður givið til vindmyllur í Føroya ríkastu náttúru og størsta vátlendi – okkara Amazonas.
Fuglar og vindmyllur
Kári M. Mortensen skrivar, at ein kanning í Húsahaga vísir, at fuglar hvørki hvurvu ella minkaðu í tali eftir at vindmyllur vóru settar upp. Tað er rætt, at summi fuglasløg kunnu liva nær vindmyllum og ikki tykjast minka – og í so máta er Húsahagi ein frálík staðseting til vindmyllur.
Hevði Kári M. Mortensen hinvegin víst til kanningina í Neshaga í Eysturoynni var søgan ein onnur. Fimm fuglasløg hvørvu heilt úr økinum eftir at myllurnar komu upp. Tvey sløg minkaður meir enn 50%, eitt slag minkaði 18% og tvey sløg vuksu í tali. Vindmyllur broyta vistskipanina og samansetingini av fuglasløgum nógv. Ljóðdálking, skuggakast, samanstoytsvandi og ótti fyri myllunum ávirka fuglarnar ymiskt – og í økinum við Klivaløkshaga eiga nógv sløg, sum kanningar vísa, eru sera viðkvom fyri einum ella fleiri av hesum árinunum av myllunum.
At umhvørvisárinsmetingin ikki leggur upp fyri, hvussu fuglur ferðast í økinum, men bert fevnir um búfugl nærhendis myllunum er ikki nøktandi. Uttan tað er hon ófullfíggjað. Hon lýsir ikki vistskipanina, sum myllurnar standa í nóg væl, og tekur ikki atlit til vandan fyri samanstoyti hjá hesum fuglum og onnur árin. Og Kári, samanstoytur millum fugl og myllu er skrásettur í Føroyum.
Vit kenna tíverri ikki til aðrar kanningar úr Føroyum, sum samanbera fuglalívið áðrenn og eftir at myllur eru settar upp – og kanska eru hesar kanningar als ikki gjørdar, hóast hesar kanningar eru krav.
Leistur
Ferð eftir ferð síggja vit, at stórar verkætlanir fara í gongd, og tá ið øll onnur loyvi eru komin uppá pláss koma náttúruatlit, har ein umhvørvisárinsmeting líka skal fáa eitt flugubein. Hesin leistur átti at verið broyttur, so at vit ikki aftur og aftur renna okkum í sama trupulleika. Áðrenn øll onnur loyvi verða givin, eiga vit at hugsa um okkara náttúru og lívfrøðiliga margfeldi. Tað hava vit bundið okkum til í altjóða sáttmála. Lat okkum heldur arbeiða fram móti at eyðmerkja góð vindmylluøki við hóskandi vindi, sum órógva fólk og náttúru sum minst.
Fuglafrøðifelagið mælir tí staðiliga til, at ætlanirnar um vindmyllulund í Klivaløkshaga verða sleptar, og at vit í felag finna økir, sum hóska seg betur til endamálið. Vit takka Yvirfriðingnevndini fyri at raðfesta Føroya náttúru og lívfrøðiliga margfeldi.
Vegna Føroya Fuglafrøðifelag,
Silas Olofson
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo