Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna 
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum 
Evni:  Viðgerðartrygd, lággáttártilboð og avrúsing á Landssjúkrahúsinum

Spurningar:   
1. Metir landsstýriskvinnan, at viðgerðartrygd fyri rúsevnamisnýtarar kann setast í verk?

2. Um ja, hvussu kann ein slík viðgerðartrygd skipast?

3. Metir landsstýriskvinnan, at tørvur er á einum lággáttartilboði til rúsevnaviðgerð?

4. Um ja, hvussu kann eitt slíkt lággáttartilboð skipast?

5. Hvat skal til fyri at skipa eitt tilboð á Landssjúkrahúsinum, har rúsevnamisnýtarar kunnu koma til avrúsingar?

Viðmerkingar: 
Seinastu tíðina hava vit í miðlunum hoyrt, at menniskju, sum eru bundin at rúsevnum, ikki sleppa framat viðgerð fyri teirra misnýtslu. Fyri summi er gáttin at koma í viðgerð ov høg. Hetta er ein ónd ringrás, tí tey, sum ikki fáa atgongd til viðgerð, hava torført við at koma aftur á beint. Og sostatt eru tey fastlæst í sínari støðu og koma ikki víðari í lívinum.  

Rúsevnamisnýtarar, ið eru sera illa fyri og hava ymsar samansettar trupulleikar, detta niður ímillum verandi skipanir.

Ynski er um, at eitt lággáttartilboð skal skipast, so at øll, ið hava tørvin, kunnu koma í viðgerð fyri rúsevnamisnýtslu, eisini um tey einki stað hava at búgva. Spurningurin er, hvussu hesi menniskju kunnu fáa ta hjálp, sum teimum tørvar, og um viðgerðartrygd er partur av loysnini.  

Eitt tilboð um avrúsing fyri rúsevnamisnýtarar á Landssjúkrahúsinum er til gagns fyri misnýtarar, teirra avvarðandi umframt fyri rúsevnaviðgerðar. Ynskja fólk at fara til avrúsingar uttanfyri vanliga arbeiðstíð, er neyðugt, at eitt tilboð við lágari gátt er til reiðar at taka ímóti teimum. Er talan um tey avvarðandi, sum standa við einum av teirra kæru, kunnu tey vera í dýrastu neyð, um einki viðgerðarstað er at taka ímóti teimum, ið treingja.   

Heilsufakliga kann tað vera torført hjá verandi viðgerðarstøðum at taka ímóti fólki til avrúsingar uttanfyri vanliga arbeiðstíð, um misnýtarin hevur samansettar trupulleikar og er bundin av sterkum rúsevnum, sum krevja góðar heilsufakligar førleikar.

Heilsumyndugleikarnir seta hægri krøv enn áður til heilsufakligu førleikarnar hjá teimum, ið starvast á viðgerðarstøðunum.   

Eitt slíkt avrúsingartilboð á Landssjúkrahúsinum krevur nógv, bæði heilsustarvsfólk og fígging, men hinvegin kunnu vit spyrja, um ikki prísurin er hægri fyri tey oyðiløgdu lívini, sum vit tíverri alt meira eru vitni til.   

Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýriskvinnuni í almanna- og heilsumálum.  

Á Løgtingi, 5. januar 2026 
Kristianna Winther Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #