Nú er aftur tíðin komin at finna byrsuna og ganga skógvarnar til. Í morgin byrjar árliga haruveiðan, sum hjá mongum er ein fastur táttur heysttíðina.
Harutíðin varir í tveir mánaðir, og seinasti dagur at skjóta haru er 31. desember.
Hvussu nógvar harur verða skotnar í ár, verður tó ikki skrásett á sama hátt sum áður. Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði á Fróðskaparsetrinum, sigur við Kringvarpið, at hann heldur ikki í ár fer at skráseta veiðuna.
Hann hevur granskað føroysku haruna og haruveiðina í 13 ár, men gavst við hesum arbeiðnum í 2024. Sambært honum hevur árliga veiðan hesi árini ligið millum 4.000 og 9.000 harur – í miðal um 6.500.
Haran hevur annars ikki altíð verið partur av føroysku náttúruni. Hon varð flutt higar úr Noregi í 1855. Tað var táverandi amtmaðurin, Carl Emil Dahlerup, sum tók stig til innflutningin, tí hann helt, at harurnar kundu gerast eitt gott matískoyti hjá føroyingum.
Tað er ymiskt hvussu veiðan er skipað ymsastaðni í landinum. Onkrir hagar lata hagarnar sum fjallløn, aðrir verða seldir á uppboði og uppaftur aðrir hava klappjakt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



