Tá ið eg skrivaði søguna um Klaksvíkar sjómansskúla, vitjaði eg stundum heimið hjá Fischeri Heinesen í Klaksvík. Fischer og konan Esther vóru farin, men døturnar, Hanna og Doris, vóru har framvegis. Tær dugdu væl at siga frá og áttu nógvar myndir at læna mær.
Ein dagin, eg var á gátt, kom Hanna við endurminningum eftir pápa sínum og spurdi, um eg ikki vildi lesa tær og siga, hvat eg helt. Liðugur at lesa skundaði eg mær at ringja og siga, at hetta máttu vit gera meira við. Í 2007 kom so bókin: ”Fischer Heinesen – tá ið rak við og ímóti.”
Bókin fevnir um siðsøguligar lýsingar úr Klaksvík, upplivingar á sluppdekki – Fischer var søktur av týskum kavbáti á sínum fyrsta túri til skips – spennandi søgur frá tíðini umborð á donskum og svenskum skipum og hugleiðingar frá mongu árunum í Danmark.
Fischer Heinesen (1901-1991) fór til skips fimtan ára gamal við sluppini Margrethu av Viðareiði. Hetta var í fyrra krígnum. Skipari var Jóan Petur hjá Mouritsi sunnan úr Vági. Farið varð á Norðhavið, men lítið bar til, so eftir fáum døgum vórðu segl sett út á Føroya banka.
Í holt við kavbát
Á bankanum var dýrdarveður, og tá ið skipsbáturin 23. mai 1917 varð settur út at skjóta ritu til agn, sóu teir eitt løgið far. Brátt gjørdist greitt, at hetta var kavbátur. At hann ikki hevð nakaði gott í kvittanum, gekk sjón fyri søgn – kúlurnar heglaðu frá maskinkanónini í sjógvin nær bógnum.
Skiparin og onkur annar róðu til kavbátin at vita, hvat fór at henda. Teir vóru tiknir umborð, meðan tveir kavbátamenn fóru í bátin og umborð á Margrethu. Har góvu teir føroysku manningini boð um at fara umborð í kavbátin og síðan koma aftur eftir sær.
Skipsbáturin var eitt vanligt seksmannafar, og teir vóru 15 mans staddir 72 fjórðingar úr landi. Fischer segði:
”Tá ið eg var vorðin vísur í, hvussu statt var, fór eg fram eftir dekkinum og niður í lugarið eftir klædnasekki mínum. Eg hevði ikki rættiliga pakkað upp enn, so tað mesta av viðførinum var framvegis í honum.
Komin niður í annað trin í leytaranum vendi eg við aftur, við tað at eg hugsaði sum so, at tað kundi gera tað sama, um klæðini lógu har, ella tey lógu eitt sindur nærri landi, og eisini hugsaði eg, at tað fór at vera skomm at doyggja við pengum í hondini. Eg hevði nakrar krónur við, og tær lógu niðri við koyggjustokkin.”
Kavbátamenninir høvdu spreingievni við sær umborð. Hetta løgdu teir niður í botnin á skipinum undir kahútsdúrkinum. Fischer segði frá:
”Tá ið teir so komu aftur við kavbátamonnunum, ið høvdu verið umborð í skipi okkara, fóru vit allir í bátin. Hann gekk eftir rimini, og tað vil siga, at tað ovasta smala borðið á bátinum kom í vatnið, og fólkafarmur hevur altíð havt orð fyri at vera ringur farmur at føra, so eingin slapp vanliga at standa uppi í bátinum, men allir, sum ikki róðu, skuldu sleppa sær so langt niður í bátin, sum til bar.
Tá ið vit høvdu róð eina løtu, løgdu vit stilt. At fara at rógva frá skipinum, so leingi tað fleyt í øllum góðum, tað skuldi ikki verða gjørt – vónin um bjarging í sambandi við skipið, sjálvt um tað skuldi verið heldur illa farið, men kortini fleyt, var ivaleyst nógvar ferðir størri, enn vónin um bjarging við bátinum einsamøllum – søkklaðin bátur í Atlantshavi umleið 72 fjórðingar úr landi.
Margretha verður søkt
Meðan vit lógu stillir, fekk ein maður loyvi til at standa uppi á lærbekki um møguligt at síggja eitt sindur betur enn hinir, og hann var tann einasti, ið sá nakað henda, tá ið bumban brast; hann segði, at dekkið yvir kahúttini lyftist eitt sindur upp undir brestinum og datt so niður aftur. Vit, sum ikki stóðu uppi, sóu onga broyting við skipinum – tað fleyt líka vakurt, sum áður. Margretha var av vakrastu sluppum.”
Tosað varð um at fara umborð aftur, men so fór kavbáturin at skjóta við tí stóru kanónini. Ikki raktu allar granatirnar, men eftir tað níggjunda skotið fór Margretha ógvuliga skjótt undir kav við framendanum fyri. Fischer segði:
”Eina fitta løtu var tøgn í bátinum, men so varð farið til árar, og tað varð tikið hart á beinanvegin – ein tíma kunnu menn, ið eru vanir at rógva, rógva nakað hart, og skiftast skuldi hvønn tíma, so har varð rættiliga drivið á.”
Margretha varð niðurskotin 23. mai kl. 10.30, og sama kvøldið millum kl. 8 og 9 tók vágssluppin Sunbeam skipbrotnu menninar upp. Skipari var Gunnar Danielsen, bróðir Victor Danielsen, ættaður úr Søldarfirði, búsitandi suðuri í Vági.
Breiðfokkan kom at standa fittliga skjótt, og so varð kósin sett soleiðis, sum tað skjótast slapst norður um 62. breiddarstig, ið var markið fyri vandaøkinum.
Vindurin vaks nakað. Fischer tørnaði inn, men teir, ið vóru uppi, vóru á einum máli um, at bátur teirra hevði ikki klárað náttina, so lágborðaður, sum hann var.
Dagin eftir komu teir undir Sørvágsbjørgini og duttu í stilli. Ein motorbátur, ið var útrógvin, sleipaði teir á Sørvág, hagar teir komu o.u. 26 tímar eftir, at vera skotnir niður.
Inflexible, sum skipið upprunaliga nevndist, var smíðað í 1884 í Brixham, Bretlandi, og var 103,51 bruttotons. Jens í Dali, skipari, úr Havn keypti sluppina í Grimsby í 1900. Seinni keypti Johannes Michael Jacobsen, skipari, úr Havn helvtina í farinum.
Í 1911 keypti Jacob Henrik Isaksen, skipari, av Viðareiði sluppina frá havnarmonnum og nevndi hana Margrethe. Hon fekk ongantíð motor.
Manningin á Britons Pride
Vit hava onga mynd av manningini á Margrethu, men henda sýnir so manningina á Britons Pride í 1920.
Aftara rað vinstrumegin frá: Mikkjal Mikkelsen úr Útistovu, Árnafirði, Kristian Hansen á Kinn, Lamba, Símun Talis Dahl, Klaksvík, brøðurnir Fischer og Jákup Heinesen, Klaksvík, og Poul Johs. Thomasen á Oksakletti, Viðareiði.
Fremra rað vinstrumegin frá: Jens Hansen, Árnafirði, Jákup Andreasen, Húsum, og Sofus Olsen, Viðareiði. Mynd: Úr savni Fischer Heinesens.
Óli Olsen skrivar um siðsøgu á VP
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



