



VP hevur fingið sendandi mynd fyri løtu síðani av Galaxy, sum helst hevur havt trupulleikar við akkeri.
Ovara myndin vísir at annað akkerið hongur niður móti sjónum.
Niðara myndin vísir fólk sum arbeiða við akkerinum, og er myndin tikin fyri løtu síðani.
VP hevur sent stjóranum í SSL ovaru myndina og biðið um eina viðmerking, men enn er einki svar komið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo