- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- USA kemur at tosa við okkum tá tey hava ein svartan forseta og heimurin hevur ein latín amerikanskan páva
- Fidel Castro 1973
Tiltøk

Søvnini og feløgini á Gørðunum: Leygardagin 17. oktober verður Garðafest, eitt annarleiðis spennandi tiltak á Gørðunum í Vági. Á skránni er góður tónleikur og góður matur, og gestirnar sleppa á ferð í økinum á Gørðunum. Til framførslurnar verður okkurt leskiligt at fáa.

Skráin fyri kvøldið er hendan.

Kl. 18.30: Framførsla við sangarum úr Ljómi í Savninum á Gørðunum.

Kl. 19.00: Framførir Ásgerð Stenberg í Ruth Smith Savninum.

Kl. 19.30: Gudmund Larsen framførir í Stóra Pakkhúsi.

Kl. 20.00: Borðhald í Garðslon. Á matarskránni er wienersnitzel við tilhoyri, og okkurt drekkandi afturvið. Rakul Sumberg Dahl verður borðstjóri og Jón Krosslá Poulsen spælir undir felagssanginum.

Kl. 21.45: Robert McBirnie endar borðhaldið í Garðslon við framførslu.

Kl. 22.00: Hjá Jugga framføra Hjalmar og Dagfinn.

Kl. 22.30: Ingi og Barbara framføra í Biskupskelduhúsinum.

Atgongumerkini til Garðafestina verða seld í Biskupskelduhúsinum ónskvøldið 7. oktober kl. 19. Atgongumerkini kosta 370 kr. og tað er avmarkað atgongd.

Eftir framførslurnar og borðhaldið verður almennur dansur í Stóra Pakkhúsi, har Hjalmar, Dagfinn og Neil spæla. Dansurin byrjar kl. 23.30. Aldursmark 18 ár. Suppa verður til keyps. Ágóðin fer til Grindabátafelagið í Vági.

Hjá Jugga verður livandi tónleikur frá kl. 23.30 har Jón Krosslá Poulsen spælir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #