Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum
Vinna

Ein arbeiðsgevari hevur brotið lógina um setanarprógv, tí ein løntakari ikki fekk kravdu upplýsingarnar um síni setanarviðurskifti. Tað hevur Føroya Kærustovnur avgjørt í einum máli frá 10. juli í ár.

Løntakarin var í starvi frá 2022 til 2024, og sambært setanarskrivinum var arbeiðstíðin 40 tímar um vikuna.

Í skrivinum vantaðu millum annað upplýsingar um arbeiðið ella starvsheitið, nær setanin byrjaði, feriurættindi, uppsagnarfreist, pensjón og útgjaldsdagar.

Arbeiðsgevarin vísti aftur, at hann hevði brotið lógina. Sambært hansara frágreiðing hevði løntakarin noktað at skriva undir eitt vanligt setanarskriv og síðan bert útfylt tey felt í einum øðrum skrivi, sum hann sjálvur helt vera týdningarmikil.

Arbeiðsgevarin helt tí, at tað var løntakarans egna ábyrgd, at skrivið ikki varð liðugt útfylt.

Men hesum gav Kærustovnurin ikki viðhald. Stovnurin staðfestir, at lógin áleggur arbeiðsgevaranum at lata ávísar upplýsingar, og at partarnir ikki kunnu avtala seg burtur úr hesum krøvum til bága fyri løntakaran.

Avgerðin snýr seg einans um upplýsingarskylduna. Kærustovnurin hevur ikki tikið støðu til aðrar ósemjur millum partarnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #