Samgongan hevur lovað, at tey ikki fara at leggja fleiri skattir ella avgjøld á vanliga fólki.
Men samgongan er snild. Sera snild.
Tí hóast hon ikki torir at taka meira inn frá fiskivinnuni ella alivinnuni, so ætlar hon at leggja ein eykaskatt á bankarnar.
Men vit vita øll væl hvør endar við at rinda tann skattin. Tað verður so ikki partaeigararnir í bankunum, sum fara at taka rokningina á seg - og so er bara kundin eftir.
So tú sum eigur hús, bil ella eina konto í bankunum - gleð teg til enn fleiri gjøld og uppaftur hægri rentur. Tað fert tú at kunna takka samgonuna fyri.
Bjarni K. Petersen
Løgtingsmaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



