

Tað eru dagar, har tað spælir við. Tað gongur sum eftir ánni. Tað kennist væl at liva og virka. Andadrátturin verður drigin lættan. Vit liva í ljósinum. Huglagið er ljóst. Alt tað, sum er, er gott. Tað, sum ikki er, órógvar ikki dagin og setningin.
Tað eru aðrir dagar, har tað ikki gongst til vildar. Sinnið er darvað av trega og mótloysi. Alt er ein fyritøka. Vit eru stødd á skýmligum leiðum, og myrkrið setir seg á sálina. Vit eru um at missa móti. Uttan at geva tí gætur ganga vit inn í eitt skýmaskot, har dagsljósið ikki trívist.
At verða leiddur út á opnar fløtur er mennandi. Andin verður kveiktur av frælsi, vídd og ljósi. At sansa menningina og lívsins vælveru er ein andalig opinbering.
Tað stórbæra undurið at fáa náðir at liva, mennast og eldast. Lívsins forrættur er undurfullur og vælgerandi, at lív verður lagt afturat árunum. At vit eru livandi ta tíð, hjartað slær.
Gleðin, ið var horvin, kemur afturíaftur. Uttanífrá verða vit nomin av anda og lýkku. Gleðin vellir fram innanífrá. Gleðin kemur til okkum og mennir huglagið, so vit koma afturíaftur í lívsins leiki. Lívið og gleðin taka okkum í sín favn og geva eina andans nærveru.
Í trúnni á Jesus Krist er ein endurskapandi og endurnýggjandi møguleiki, tá ið Guðs andi andar á okkum og bjóðar okkum at liva. Guðs andi ber okkum eina glóð av gleði, ið mennist til eina fullkomnan veruleika. Vit merkja lívið livna í likaminum. Vit kenna okkum livandi, eisini tá ið elli boyggir, ella lívið viknar vegna hóttafall og sjúku.
Í tí verkliga á arbeiðsplássinum ella heima við hús kunnu vit vera fráverandi, hóast vit eru likamliga til staðar. Vit eru ikki hjástødd á arbeiðsplássinum. Vit eru ikki hjástødd í tí húsliga. Vit eru fráverandi, hóast nærleika í sama rúmi samstundis.
Andaliga tala kann tað sama henda. Vit eru fráverandi og missa sambandi upp eftir til Guð faðir á himli. Samskiftið við Guð í bøn virkar ikki nóg væl ella als ikki. Hugurin til at arbeiða í kirkjuliðnum ella manngóðum verki er burtur. Neistin er viknaður, og glóðin sløknað.
Tá ið tann andaligi neistin í hjartanum er um at sløkna, er støðan álvarsom. Tað er niðan brekkuna, um hugurin ikki drívur verkið. Frá at vera brennandi, hugtikin og íðin í tænastuni til at vera lunkin, sløður og máttleysur.
Tilgongdin til lívið og dagsverkið ávirkar huglagið og sinnið. Mannalívið er ein vera, har kringumstøðurnar beinleiðis hava ávirkan á alt. Menniskjað er viðkvæmt og skiftandi av lyndi.
Vegurin frá lívsfrískum løtum í gleði til mótloysi er ikki langur. Brostnar vónir og brotin sambond eru kollveltandi. Uttan veruliga at varnast eru vit í eini nýggjari støðu. Tað, sum var, er ikki. Tað, sum ikki var, er. Vit royna at fóta okkum, men tað er lættari sagt enn gjørt, hóast tað er møguligt.
Menniskju vita av egnum royndum um sinnisligar veðurlagsbroytingar. Vit byrja á einum nýggjum arbeiðsplássi. Eftir eina tíð gerast vit varug við, at hetta ikki er sum væntað. Vit velja at fara og leita eftir nýggjum avbjóðingum.
Vit gera somu sannroynd aðrastaðni bæði í tí heimliga og kirkjuliga. Tann jaliga vónríka myndin verður mangan skalað og skrødd. Skjótt kom makin at standa í øðrum ljósi, og kirkjuliðið var ikki júst tað, eitt kirkjulið skal vera.
Eisini viðurskiftini við faðirin á himli kunnu verða ivasom. Tann góði Guð, ið eg setti mítt álit á, royndist ikki. Mær gekst illa í hond í tí tímiliga. Á mín veg komu torførar uppgávur í tí heimliga við atliti at børnunum og makanum. Tað andaliga lívið í kirkjuni var einans ein skuggi av tí, ið eg vónaði.
Onkuntíð raplar tilveran innanífrá sum eitt korthús. Vit fáa avbjóðingar, og okkara egna fatan av okkum sjálvum fer sum sandur millum fingrarnar. Sjálvvirðið fer í spønir, og alt lívið kennist fløkt og meiningsleyst. Tað stendur illa til í allar mátar.
Í neyðini kemur ljósið uttanífrá við einum menniskja, ið ger tænastu fyri Harran Jesus. Nøkur vinarlig orð, eitt smíl ella hjálpandi hendur.
Tað hendi á leiðini, at Harrans vitni bóru okkum eitt Guðs orð, ið gjørdi løtuna ljósa. Ein endurføðing til livandi vónar. Ein nýggj byrjan. Vit vórðu leidd aftur til gleðina. Tað, ið einaferð var, kom afturíaftur. Tað, ið gjørdi lívið torført, hvarv.
Orðið um Jesus ger allar lutir nýggjar. Orðið um Jesus strikar vára syndir og ger okkum sátt við Guð. Orðið ber okkum ta gleði, ið eyðkennir Guðs endurføddu børn. Gleðin kom afturíaftur, og tað var gleðiligt. Amen.
Orðið: “Men verða endurnýggjaðir í anda huga tykkara.” (Efesusbrævið 4,23).
Jógvan Fríðriksson
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo