Um tú gleðist yvir litspælið í ælaboganum, mást tú eisini tola regnið
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú gleðist yvir litspælið í ælaboganum, mást tú eisini tola regnið
- Dolly Parton
Lesarin skrivar

Bjarni Djurholm á Facebook:  Nú avtala loksins varð undirskrivað millum Danmark/Grønland og USA, sum í grundini ikki flytir nakað í viðurskiftunum hjá USA í Grønlandi frá 1951 - hóast Trump kallar seg sigursharra í málsgongdini, eru fleiri komin undan politisku vaðingini í Føroyum við kravi um at fáa staðfest okkara sjálvsavgerðarrætt, sum nú skal hava hægstu raðfesting….?

Óminnið mann vera øgiligt, nú sjálvsavgerðarrætturin brádliga er farin at lita yvirskriftirnar - ella kanska er tað mangul uppá politiskt innihald, nú flokkar og persónar brádliga kynda bál, sum er lítið annað enn politiskt gluggapynt.

Okkara sjálvsavgerðarrættur er langt síðani staðfestur, og er hann tíbetur óvikandi.

Í felags yvirlýsing frá apríl 2005 millum Anders Fogh Rasmussen, forsætismálaráðharra og Jóannes Eidesgaard, løgmann, bleiv sjálvsavgerðarrætturin hjá Føroyum greitt staðfestur.

Felagslýsingin fekk eisini viðgerð í Fólkatinginum. Danski forsætismálaráðharrin skrivaði soleiðis í sínum viðmerkingum frá 6. Juni 2005 til Fólkatingið:

“... den fælleserklæring mellem statsministeren og lagmanden [...] bygger på Færøernes nuværende forfatningsmæssige placering og det færøske folks selvbestemmelsesret i henhold til folkeretten.”

Seinni fekk Anders Fogh Rasmussen spurningar til avtaluna, og hann svaraði soleiðis:

“... det er den færøske befolkning, der afgør Færøernes fremtidige tilknytningsforhold til Danmark.”

Og hann svaraði eisini soleiðis:
“Hvis den færøske befolkning [...] måtte udtrykke ønske om at udtræde af rigsfællesskabet, vil regeringen [...] respektere dette.”

Eisini segði forsætismálaráðharrin, at tað er ein breiður meiriluti í Fólkatinginum, um at “det færøske folk selv bestemmer, om det fremtidige tilknytningsforhold til Danmark skal ligge inden eller uden for rigsfællesskabet.”

Í avtaluni millum Føroyar og Danmark, sum eisini varð avgreidd í Løgtinginum bleiv staðfest, at tekur Føroya fólk avgerð um, at Færoyar vera sjálvstøðugar, koma uttanríkismál, verjumál, ríkisborgararættur undir føroyskt málsræði.

Eftir hasum leistinum verða Føroyar sjálvstøðugt ríki. Tjóðveldi atkvøddi sum vera mann ikki fyri tí.

Tá politiska soðið er tunt og neyðugt er at flyta fokus, so et helst gott við poltiskum gjari, um ikki annað, so fyri at fáa fatur á yvirskriftunum.
At sjálvsavgerðarrætturin nú verður nýttur at dyrgja við - tað avdúkar seriøsitetin millum teirra, sum burdu vitað betri.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #