Ongin skal lasta middags tónleikin fyrrenn seinasta lagið er av
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin skal lasta middags tónleikin fyrrenn seinasta lagið er av
- Børkuvísur
Tónleikur

Innsent: Sigmund Zachariassen er aftur við lagnum “(Good) Morning Glory”, ið er fyrsta nýggja skeringin síðani 2022.

Lagið er eisini fyrsti smakkurin av komandi útgávuni Sikzak.

Sangurin tekur støði í teimum fyrstu løtunum eftir, at tú ert vaknaður. Tá dagurin enn ikki ordiliga er byrjaður.

Ymiskir smálutir verða nevndir; luftin, saltið, vatnið, kettur og smádýr.

Har ereitt droymandi huglag sanginum. Hann syngur um ikki longur at vilja sova, um ljósið uttanfyri og til síðst um at fara upp og út at spæla.

“(Good) Morning Glory” er fyrsta ábending av ljóðheiminum á Sikzak. Tað er meira atmosferiskt, elektroniskt og eksperimenterandi enn fyrru soluútgávurnar hjá Sigmundi. Greiður íblástur er úr alternativum 90’ara tónleiki.

Mikael Blak hevur framleitt og spælir bass.
Benjamin Petersen hevur ljóðblandað og spælir gittar.
Per Ingvald H. Petersen spælir trummur.
Fred Ruddick hevur meistrað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #