Innsent: Sangurin og boðskapurin verður borin fram av børnum úr øllum landinum. Tað skal vera gott at vera barn Føroyum. Hjá øllum gentum av Tvøroyi og dreingjum úr Klaksvík. Um tú ert borin í heim í Fugloy, í Sandavági ella í Havn. Ella um tú eigur røtur í øðrum londum.
Á sínum egna bygdamáli ella dialekt syngja børnini á sjónbandalagnum, um hvussu tað er nógvastaðni í heiminum, og hvussu gott vit í veruleikanum hava tað her í Føroyum. Her er gott og trygt at vera. Og vit kunnu vera takksom fyri at búgva í einum friðarligum landi, har øll sleppa at ganga í skúla og eisini fáa mat, klæðir og kærleika hvønn dag.
Tað er Steintór Rasmussen, sum hevur skrivað sangin og lagið hevur hann gjørt saman við Alvin Ellebye.
Filmað og klipt saman, hesa hugtakandi ferð í okkara kæra oyggjalandi, hava Niels Jóhan Sigurðsson og Rakul Ró Steintórsdóttir.
Tað er UFO, sum hevur framleitt videolagið, og tónleikurin er innspældur í Ellebye, Kristuff og Enni Studio.
Samskipað útgávuna hevur Innskot í Klaksvík.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



