Tað verður mestsum logn alla vikuna sum kemur.
Í morgin bert ein ond av høgættum, týsdagin av eysturættum, mikudagin og hósdagin verður lágætt og kanska eitt sindur frískari vindur hósdagin. Fríggjadagin aftur mestsum logn og næsta vikuskifti eitt gul vestaneftir.
Tað verður turt alla vikuna og hitin fer at liggja millum 10 og 15 stig, alt eftir hvar tú ert og um ættin er góð har.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



