Mynd: @binkabonka
Mynd: @binkabonka
Kanadiskir mynduleikar hava avlívað 4 grábjarnir, mammu við trimum ungum, eftir at kanningar vísa at hesar høvdu gjørt av við møðgurnar Jenny Balcarras, 48, og 20 ára gomlu dóttur hennara, Selah Ree.
Balcarras og Selah vóru farnar ein gongutúr nærindis heimi teirra í býnum Bella Coola, sum liggur áleið 1000 km norðanfyri Vancouver í Kanada.
Familjan hjá teimum vendu sær til løgregluna tí tey høvdu illgruna um at okkurt var á vási, tí vanliga høvdu Selah og systir hennara telefonsamrøðu hvørt leygarkvøld, men hendan dagin var eingin telefonsamrøða.
Mynduleikarnir siga at teir avlívaðu bjarnirnar fyri at verja fólkið
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



