Grønland er ógvuliga langt frá at gerast ein sjálvstøðugur statur ella fullveldisríki (sovereign state) við einum sjálvberandi búskapi, sjálvt eina skiftistíð upp á nógv ár - í so máta er onki broytt við nýggju Trygdar- og verjuavtaluni millum Grønland, Danmark og USA.
Tað hongur heldur ikki saman, og kann kallast asymmetriskt frælsi og sjálvstýri og hyklarí, at vilja gerast ein sjálvstøðugur statur/ fullveldisríki og samstundis krevja frá Danmark at hava somu rættindi til ríkisveiting, ókeypis útbúgvingar, SU-veitingar o.a. Sama støðan er væl galdandi í Føroyum, antin loysa vit, við øllum tí sum tað inniber, t.v.s. uttan at serlig rættindi fylgja við sum ríkisveiting, ókeypis útbúgvingar, SU-veitingar o.a., ella halda vit fast við Ríkisfelagsskapin við teimum rættindum, sum vit kenna í dag, umframt at modernisera felagsskapin við at geva Føroyum fríari ræsir á ávísum økjum, internur og eksternur sjálvsavgerðarrættur.
Vit tosa her um fullveldi (suverenitetur) kontra sjálvstýri (autonomi), sum Grønland og Føroyar hava í løtuni við lógini um Grønlendskt Sjálvstýri frá 12. juni 2009 og lógini um Føroya Heimastýri frá 31. mars 1948. Sjálvstýri merkir, at eitt øki ella eitt fólkaslag hevur rætt til at stýra sínum egnu innanlandsmálum, men er framvegis partur av einum størri stati, sum eigur fullveldið.
Bæði Grønland og Føroyar hava havt politiska møguleikan at loysa frá Danmark í nógv ár - henda nýggja avtalan broytir tí onki fyri Grønland. Grundlógin forðar ikki fyri loysing - bara Fólkatingið kann formelt forða fyri tí, men politiskt er tað óhugsandi, at tað hendir.
Trygdar- og verjuavtalan - undirskrivað í New York av Mette Frederiksen, forsætisráðharra, Jens-Frederik Nielsen, grønlendska stjórnarleiðaranum, og amerikanska forsetanum, Donald Trump - staðfestir, at fullveldið ella suvereniteturin framvegis er hjá Danska Kongaríkinum.
Avtalan greiðir tó frá týðandi nuansum viðvíkjandi støðuni hjá Grønlandi sambært altjóðarætti og politikki.
Fullveldið hjá Kongaríkinum: Teksturin í avtaluni staðfestir beinleiðis "fullveldið og økisrættin hjá Danska Kongaríkinum." Sostatt er Grønland framvegis partur av Ríkinum og er ikki eitt sjálvstøðugt ríki í altjóðarættarligum týdningi.
Sjálvsavgerðarrættur: Avtalan viðurkennir offisielt, at "grønlendska fólkið er eitt fólk sambært altjóðarætti við sjálvsavgerðarrætti." Hetta merkir, at USA og Danmark viðurkenna rættin hjá Grønlandi at møguliga søkja fult sjálvstýri í framtíðini.
Future-proofing (framtíðartrygging - NATO): Eitt nýtt við avtaluni er, at hon er gjørd til at vera verandi í gildi, sjálvt um Grønland einaferð skuldi valt at gerast statur/ fullveldisríki. Skal Grønland gerast sjálvstøðugt, bindur avtalan landið til at vera verandi innanfyri NATO-karmarnar.
Trípartavtala: At Grønland hevur beinleiðis undirritað saman við Danmark og USA vísir tó, at Grønland hevur eina serliga javnstøðu og avgerandi orð í uttanríkis- og trygdarpolitikkinum viðvíkjandi sínum egna øki.
Stutt sagt, Grønland er ikki vorðið tættari einum fullveldisríki gjøgnum hesa avtalu, men rætturin til at gerast fullveldisríki einaferð, er staðfestur í einum embætisskjali, har USA og Danmark eru við. Men sum áður nevnt, bæði Grønland og Føroyar hava longu í nógv ár havt møguleikan at loysa frá Danmark, munurin er, at nú stendur tað upp á skrift í einari meira bindandi avtalu viðvíkjandi Grønlandi - og nú er tað upp til Grønland at loysa ella ikki, ein møguleiki, sum longu var til staðar.
Í øllum politiska og fólksliga meldrinum um hetta evnið “loysing-samband”, so er greitt, at slíkt stórmál sum loysing skal støðufestast í fólkinum og fólksins vilja - og yvir øllum byggja á ein burðardyggan samfelagsbúskap. Ongin kennir enn til nakrar ítøkiligar politiskt-strategiskar ætlanir í Føroyum, hvussu innihaldið vildi sæð út við einari endaligari tjóðarsemju og við dønum sum hinum partinum av einari slíkari semju, sum hevði havt við sær loysing ella nøkrum, sum minnir um tað o.a. - tí heldur óendaliga kjakið fram, uttan framstig og úrslit.
Tað eru nógvir føroyingar, sum vildu ynskt, at málið um “loysing-samband” varð loyst einaferð med alla - og Sambandsflokkurin og Tjóðveldi hvurvu sum politiskir flokkar, og vit kundu hugsavna okkum um innlendis politikk. Trupulleikin er bara, at fingu vit loysing, so vildu umleið 20% av føroyingunum flutt av landinum - ein tsunami hevði rakt samfelagið, eins og undir kreppuni í 1990´unum.
Grønland slapp undan einari hernaðarligari landtøku frá USA, við at gera eina diplomatiska og politiska avtalu. Við hesari Trygdar- og verjuavtaluni er sambandið millum Grønland og Danmark og Grønland og USA vorðið tættari enn nakrantíð.
Les meira: Trygdar- og verjuavtala millum Grønland, Danmark og USA
Reidar Nónfjall
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



