Um tú eigur eitt livandi ljós, so kanst tú tendra eitt hjá onkrum øðrum uttan at missa nakað av tínum egna
- Steintór Rasmussen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú eigur eitt livandi ljós, so kanst tú tendra eitt hjá onkrum øðrum uttan at missa nakað av tínum egna
- Steintór Rasmussen
Innlendis ítróttur

Gunnar Vatnhamar hevur verið ein sannur brandur í føroyska verjuspælinum - Mynd: www.FSF.fo

Gunnar Vatnhamar hevur verið ein sannur brandur í føroyska verjuspælinum - Mynd: www.FSF.fo

Gunnar Vatnhamar hevur verið ein sannur brandur í føroyska verjuspælinum - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Eftir eina langa ferð úr Føroyum umvegis Keypmannahavn lendi føroyski hópurin seint leygarkvøldið í kasakiska høvuðsstaðnum Astana, har fjórði dysturin í hesum UEFA Nations League umfarinum verður spældur týsdagin klokkan 15:00 á Astana Arena.

Ferðin og tættpakkaða dystaskráin seta sjálvandi síni krøv. Fýra dystir upp á ellivu dagar er nógv fyri allar spælararnar, men fyri Gunnar Vatnhamar hevur arbeiðsbyrðan verið heilt serlig. Verjuskansin hevur verið á vøllinum allar minuttirnar í teimum trimum dystunum higartil, og hevur verið ein av hornasteinunum í føroysku verjuni.

Kortini er eingin ivi at hóma hjá 31 ára gamla miðverjanum. Í samrøðu við FSF Varpið sigur Gunnar Vatnhamar, at kroppurin hevur tað gott, og at hann er til reiðar til 90 minuttir afturat.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #