Lættast er mangan at vera ærligur fyri opnum tjaldi
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lættast er mangan at vera ærligur fyri opnum tjaldi
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Dysturin millum Hamar og Sporðdrekan var javnur og sera tættur til Hamar dróg frá síðstu minuttirnar. Leiðslan skifti fleiri ferðir, og Sporðdrekin var enntá á odda 28–27 í fjórða fjórðingi.

Hamar tók tó leiðsluna aftur og setti síðani ferð á. Við einum sterkum 10–2 endaspurti dró Hamar frá og tryggjaði sær ein 42–30 sigur.

Sóley M. Petersen hevði ein stóran leiklut í sigrinum og skoraði 9 stig fyri Hamar í fjórða fjórðingi. Tey 9 stigini komu øll frá trýstigsskotum, tá bert 2 minuttir vóru eftir.

Sporðdrekin stóð seg væl undir kurvini og fekk nógvar returar, men hevði trupult við at fáa stig í endanum. Fleiri tekniskar villur høvdu við sær, at Hamar veruliga fekk møguleikan at taka yvir. Og sigast má at tær grønu úr Hamar tóku av.

Sóley Maria Petersen gjørdist toppskjútti við 16 stigum. Hjá Sporðdrekanum skoraði Kristina í Dávastovu við 12 stigum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #