Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost
Vinna

Kommunurnar kunnu í 2027 krevja í mesta lagi 8.426 krónur í árligum tænastugjaldi fyri hvørt tómt býli. Tað ásetur Fíggjarmálaráðið í nýggjari kunngerð, sum kemur í gildi 1. januar.

Í ár er hámarkið 7.945 krónur. Hámarkið hækkar sostatt 481 krónur, ella umleið seks prosent. Tað merkir tó ikki, at gjaldið í øllum kommunum hækkar samsvarandi.

2027 verður annað árið, kommunurnar hava heimild at krevja hetta gjaldið. Lógin fevnir um býli, har eingin er skrásettur at búgva sambært Landsfólkayvirlitinum.

Hvør kommuna ger sjálv av, um hon vil nýta heimildina. Velur hon at krevja gjaldið, skal tað tó krevjast fyri øll býli í kommununi, har eingin er skrásettur at búgva. 

Kommunustýrið ásetur upphæddina, men kann ikki áseta hana frítt. Gjaldið skal hvíla í sær sjálvum og byggja á veruligar útreiðslur til vatnveiting, kloakk, húsarhaldsburturkast og brunatilbúgving.

Í gjaldskravinum skal kommunan upplýsa, hvørjar tænastur goldið verður fyri, og hvussu upphæddin er roknað út. Kommunan velur sjálv, um innkrevjingin verður mánaðarlig, fyri hvønn ársfjórðing, hálvárlig ella árlig.

Avgerðin kann kærast til landsstýrisfólkið innan fýra vikur, stendur í lógini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #