Haraldur V Kongur av Noregi er deyður í morgun eftir at hann seinastu tíðina hevur livað sera illa.
Hann gjørdist 89 ár.
Nú er Haakon kongur í Noregi. Tað bleiv hann beint eftir at pápin var deyður. Kona hansara, Mette-Marit er drotning og elsta barnið hjá Haakon, Ingrid Alexandra, er krúnprinsessa.
Eftir statsráðið fæst at vita, hvussu kongur fer at eita.
Haraldur V gjørdist kongur í Noregi 17. januar 1991, tá pápi hansara, Olavur V kongur, doyði. Hann sat sostatt á trónuni í meira enn 35 ár og brúkti, eins og pápi og abbi hansara, herrópið "Alt for Norge“.
Haraldur kongur verður helst serliga mintur sum ein fólksligur og savnandi kongur, sum dugdi at seta orð á bæði gleði og sorg hjá tjóðini. Eftir yvirgangsatsóknirnar 22. juli 2011 hevði hann ein týðandi leiklut sum savnaði tjóðina.
Hann var eisini kendur fyri sín stóra áhuga fyri ítrótti og serliga sigling. Hann luttók sjálvur í olympisku leikunum, gjørdist heimsmeistari í sigling í 1987 og helt fram við kappsigling heilt til 2022.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



