Í vikuni skrivaði Frihedsbrevet grein um Argja kirkju og sáttmálan millum Stýrið fyri missiónsarbeiðið á Argjum, sum er privatur fríkirkjuligur felagsskapur og Kirkjuráðið fyri Argja sókn, sum varar av bygninginum, sum skal byggjast.
Mítt svar var heldur langt til eina tíðindagrein, og tí samdust vit um nakrar setningar, miðilin kundi endurgeva meg fyri og standi eg fult og heilt inni fyri teimum, men fyri at lýsa viðurskiftini millum Stýrið, sum eigur missiónshúsið á Argjum og Kirkjuráðið, ið varðar av komandi kirkjubygningi á Argjum, velji eg at umskriva svarið til lesarabræv. Hetta sum ískoytið til kjakið um samstarv millum tað almenna og privata.
Lýsingin kemur her niðanfyri, men fyrst vil eg gardera meg og siga, at eg onga meining havi um, hvørt ein kirkja skal byggjast á Argjum ella ikki, og enn minni havi eg eina meining um staðsetingina. Eg hefti meg útilokandi við viðurskiftini millum privata partin í málinum, sum er
Stýrið fyri missiónsarbeiðið á Argjum, ið eigur núverandi bygning og Kirkjuráðið í Argja Sókn, sum vegna fólkakirkjuna og harvið tað almenna, varar av nýggja kirkjubygninginum.
FRIHEDSBREVET setti mær tveir spurningar, og svarini verða endurgivin, tó við smáum tillagingum í upprunasvarinum.
HVAT HELDUR TÚ UM AVTALUNA MILLUM KIRKJUNA OG HEIMAMISSIÓNINA?
At avtala samstarv millum alment og privat er vanligt og sjálvandi í lagi, men avtalan fyri Stýri fyri missiónsarbeiðið á Argjum og Kirkjuráðið í Argja Sókn í sambandi við bygging av nýggjari kirkju gevur missiónsarbeiðnum lukrativar fyrimunir, sum aðrir privatir felagsskapir og áhugabólkar ikki fáa. Stórur ójavnvágur er í avtaluni, tí tað í praksis bara er Stýrið fyri missiónsarbeiðið, sum kann uppsiga sáttmálan.
Tað er nærum ógjørligt hjá øðrum partinum, Kirkjuráðnum, at uppsiga avtaluna: Í sambandi við ósemjur partanna millum, skulu ósemjur fyrst loysast við samráðingum. Tað er vanligt og sjálvsagt, men í sáttmálanum stendur eisini: “Sáttmálin kann ikki uppsigast av kirkjuráðnum, uttan so, at stýrið á álvarsligan hátt, í fleiri førðum ella yvir longri tíð missrøkir skyldir sínar sambært sáttmálanum ella reglugerðini sambært §3.”
Um ein reglugerð “sambært §3” er gjørd, veit eg ikki. Tann reglugerðin eigur sjálvsagt at vera tøk og fevnd av lógini um alment innlit, tá ið Frihedsbrevet eisini hevur fingið innlit í sáttmálan sjálvan. Tað kundi verið áhugavert at vita, hvat tílík reglugerð inniheldur, tí sáttmálin tryggjar Stýrinum fyri missiónsarbeiðið fíggjarligar fyrimunir í óendaliga tíð, eitt nú, at Stýrið ikki skal rinda húsaleigu ella rakstrarútreiðslur, sum øll onnur, ið leiga seg inn í fólkakirkjulig hølir; til dømis eitt kór, sum leigar seg inn í eina fólkakirkju, ella ein annar felagsskapur ella persónur, ið rindar eina upphædd fyri leigu, sum fer beinleiðis í kirkjukassan.
Kirkjuráðið skal sjálvandi tryggja sær, at ongi ivamál eru, og at tað veit, hvat reglugerðin inniberð, so reglugerðin ikki kemur dettandi inn einaferð seinni, aftaná kirkjuráðið hevur bundið seg til avtaluna, og tað er ov seint at venda aftur til samráðingarborðið.
TAÐ ER EIN GOMUL AVTALA, OG HEVUR VERIÐ FÍNT SAMSTARV MILLUM KIRKJUNA OG HEIMAMISSIÓNINA Í MEIRA ENN 50 ÁR. ER TAÐ IKKI FÍNASTA SLAG?
Eg var sjálvur til 50 ára haldið í núverandi missiónshúsinum á Argjum, sum nokk av praktiskum orsøkum einaferð í tíðini fekk status sum kirkja við somu treytum sum bønhúsini kring landið, t.d. bønhúsið í Øravík, sum íbúgvar í Øravík eiga. Sjálvt samstarvið nýtist ikki vera nakað at finnast at.
Sakin er, at almenni stovnurin, fólkakirkjan, ikki eigur hesar bygningarnar, men viðurkennir teir sum gudstænastuhølir. Hetta er ein skipan frá einari tíð, har man valdi alternativar loysnir til at skipa økir uttan kirkju sum kirkjusóknir. Soleiðis kundi man tryggja økinum gudstænastu og kirkjuligar tænastur (vígslu, dóp, jarðarferð v.m) við presti uttan at fara við báti um fjørð ella til gongu um fjøll til grannabygdina, har kirkja var.
Samfelagið er broytt síðani. Í dag er fast vegasamband allastaðni og fólkafráflytingin úr smáu økjunum hevur sett varandi spor. Hinvegin er Argja sókn vaksin nógv, og allarhelst er fólka- og kirkjuskattagrundalagið á Argjum nóg stórt til at Argja sókn endiliga kann fara undir at byggja ta fyrstu kirkjuna á Argjum, sum nýggja Argja kirkja verður, verður hon veruleiki.
Avleiðingin er bara tann, at Kirkjuráðið á Argjum flytir sítt núverandi virksemi og sítt kirkjulið úr privatognini hjá Stýrinum fyri missiónsarbeiðið á Argjum. Tað ger at vend kemur í viðurskiftini partanna millum.
Enn í dag brúkar almenni stovnurin, fólkakirkjan, hølini hjá missiónshúsinum á Argjum til sítt fólkakirkjuliga virksemi, men við nýggju Argja kirkju verður tað sambært sáttmálanum Stýrið fyri missiónsarbeiðið, sum fer at leiga sítt virksemi inn í nýggju kirkjuna við einari leiguavtalu, sum bara heilt illa kann uppsigast av Kirkjuráðnum og tað uttan útreiðslur til hølisleigu og rakstrarútreiðslur.
So fyri at svara spurninginum: Jú, samstarvið (hvat tað so stendst av) er nokk “fínasta slag,” men sáttmálin gevur missiónsarbeiðnum lukrativar fyrimunir, sum fólkakirkjan ikki gevur øðrum felagsskapum atgongd til upp á sama máta, og av tí at fólkakirkjan er ein almennur stovnur, kundi tað verið viðkomandi at spurt, um tílík avtala er í tráð við galdandi lóggávu um brúk av almennum bygningum.
Í øllum førðum bendir sáttmálin á, at Stýrið ger kvettið, tí sáttmálin tryggjar missiónsarbeiðnum tíðaróavmarkaða hølisleigu av almennum bygningi ókeypis umframt rakstur sum kirkjuskattaborgarin kemur at rinda.
Spurningurin er, um fólkakirkjan skal ganga á odda og rinda fyri virksemið hjá øðrum eisini so allir felagsskapir fáa somu sømdir, ella um hon eisini á hesum økinum skal gera mun á fólki?
Sjálvur síggi eg ikki, at sáttmálin tekur hædd fyri øllum samfelagnum, og at fólkakirkjan er fyri øll, tí enn finnast missiónsarbeiðir (eitt ávíst slag av kristinboðan) kring landið, sum stuðla meginreglunum hjá sínari høvuðsleiðslu (Heimamissiónin), sum eitt nú siga, at kvinnur helst ikki skulu hava leiðandi leiklutir, og at felagsskapur við samkynd ikki má viðurkennast fult og heilt.
Alt hetta eru spurningar, sum leiðslan í fólkakirkjuni, Føroya Stiftsstjórn, eigur at kunna svara upp á ella avvarandi aðalráð, Mentamálaráðið.
Ólavur Eysturdal
Sóknarprestur
Ketting-Asserballe og Ulkebøl
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



