Nógv er kjakið um, hvar næsti tunnilin skal gerast. Nú hevur ein tann størsta eldsálin handan tunnilin til Vestmanna, Marner Joensen, tikið stig til at samla ymiskt tilfar sum lýsir Vestmannatunnilin á nýggjari heimasíðu, vestmannatunnilin.fo.
Á síðuni er nógv forkunnugt tilfar við simuleringum og útrokningum. Eisini ber eitt nú til at síggja munin í tíð, orku og koyriútreiðslum, um ikki bara Vestmanna men øll Norðurstreymoy verður knýtt saman í eina felags tunnilsverkætlan.
Marner Joensen sigur, at vónin er, at tilfarið kann geva fólki íblástur at hugsa og kjakast víðari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



