Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Krutl

Í juni kemur italski veggjamálarin Edoardo Ettorre til Føroya at mála. Og tað verður onga aðrastaðni enn á Eiði, at hann fer at blæsa lív í ein deyðan vegg.

Vinfólk sum sita saman og práta. Ein persónur sum er horvin niður í telefonina. Og tær smáu gerandisløturnar, sum fólk flest ikki hugsa um.

Tað er akkurát hesar støðurnar sum Edoardo Ettorre ger til risastór veggjamálarí.

Sjálvur lýsir hann listina sum menniskjaliga, erliga og eitt sindur sarkastiska. Ja, eitt slag av spegling av modernaða lívinum.

Edoardo er heldur ikki hvør sum helst, tá vit tosa um veggjamálningar. Í 2025 valdi Street Art Cities eitt av hansara verkum sum eitt av trimum teimum bestu í heiminum.

Tað er felagsskapurin We Need Art sum hevur fingið Edoardo hendaveg og tey siga, at tey gleða seg sera nógv at bjóða honum vælkomnum til Føroya.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #