Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Spyr prestur meg her á deyðastrá, hvat eg haldi um illamann? Hetta er ikki rætta tíðin at fáa mær nýggjar óvinir
- Voltaire
Vinna

Hvussu ávirkar heitari sjógvur føroyska aling, og kann reyðæti gerast ein nýggj rávøra til alifóður?

Hetta vóru nakrir av spurningunum, tá Firum fríggjadagin savnaði granskarar, alivinnu og myndugleikar á ráðstevnuni Vitan til varandi aling í Havn.

Tær 12 framløgurnar snúðu seg millum annað um laksalús, fiskavælferð, umhvørvisstøðuna á føroysku firðunum og broytingar í sjóvarhitanum komandi árini.

Høvuðsrøðarin, Carlo C. Lazado frá norska granskingarstovninum Nofima, varpaði ljós á táknuheilsuna hjá alilaksi og viðurskifti, sum ávirka hana.

Eisini varð umrøtt, hvussu reyðæti kann nýtast til fóður, og hvussu mett verður um nøgdina av seiði í aliringunum.

Ráðstevnan endaði við einum orðaskifti um tað, sum enn vantar svar upp á: Hvørja vitan krevur ein varandi føroysk alivinna?

Skrá og framløgur frá ráðstevnuni kunnu síggjast her

Myndarøð frá ráðstevnuni kann síggjast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #