

Tað sigur tingmaðurin fyri Sambandsflokkin, Helgi Abrahamsen, eftir fund millum floksleiðsluna og forfólkini fyri lokalfeløgini sum hevur verið í Sambandsflokkinum seinnapartin í dag.
- Vit hava gjørt eina niðurstøðu, sum eg eri nøgdur við, sigur Helgi Abrahamsen í stuttu viðmerkingini við VP.
Og sambært Kringvapinum, sum hevur tosað við formannin í flokkinum, Bárður á Steig Nielsen, so er niðurstøðan, at ein meiriluti av tingmanningini skal taka undir við, at tinglimur fyri sambandsflokkin er uppskotsstillari.
- Tað hevur tó onga ávirkan á verandi støðu, har Eyðdis Hartmann Niclasen, saman við tingfólkum frá samgonguni, hevur lagt uppskotið um fría fosturtøku fram, sigur formaðurin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo