Klokkan 10 í morgin fríggjadagin okkara tíð fær heimurin at vita hvør fær friðarheiðursløn Nobels.
Serfrøðingar hava longu valt sínar favorittar.
Í skrivandi stund er sudanska grasrótarrørslan Emergency Response Rooms (ERR) høgt á listanum, frammanfyri Save the Children, altjóða dómstólin (ICJ) og ukrainska Mykola Kuleba, skrivar .NTB.
Men eisini náttúrufrøðingurin og sjónvarpspersónligheitin Sir David Attenborough, sum fylti 100 ár í ár, er tikin fram, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



