

- Vit mugu bara vóna, at brekið er skjótt og lætt at umvæla. Men undir øllum umstøðum, so fáa vit nú at síggja, um lyftini frá veitarunum um at bera skjótari´at, tá slíkt hendir, fara at halda, tað sigur Alistair Carmichael, sum situr bæði í bretska og skotska tjóðartinginum, har hann umboðar Hetland og Orkneyoyggjar, í eini viðmerking við Shetland Times, nú brek aftur er á Shefa-2 kaðalinum.
Tað var tað eisini fyrr í ár, og er annars hent javnan, oftast tí fiskifør gera skaða á kaðalin, sum eftir hvat skilst hevur størri týdning fyri samskiftið í Hetlandi og Orkneyoyggjum enn her hjá okkum.
Føroya Tele hevur ábyrgd av kaðalinum, og hagani varð í gjár sagt, at viðskiftafólk í Føroyum ikki eru ávirkað av brekinum, tí samskiftið fer um samband sum er við Farice-1 kaðalinum.
Men sambært Shetland Times hava kundar hjá fleiri veitarum í Hetlandi og Orkneyoyggjum onki netsamand.
Shefa-2 kaðalin gongur úr Føroyum til Skotlands og tekur á leiðini eisini Hetland og Orkneyoyggjar við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo