Um títt arbeiði upptekur teg so nógv, at tú ikki fært tíð til annað, er okkurt galið, antin við arbeiðnum ella við tær
- Kahlil Gibran

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Ein listi við 21 punktum er ætlanin hjá Donald Trump um at enda kríggið millum Ísrael og Hamas.

Tíðindafundur er settur at verða seinnapartin í dag.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, er í Washington fyri at hitta amerikanska forsetan, Donald Trump. Teir skulu eftir ætlan hava felags tíðindafund í kvøld kl. 18.15 okkara tíð.

Avtalan er grundað á eina 21-punkts ætlan frá Trump, sum varð deild við fleiri muslimsk lond á ST-aðalfundinum í farnu viku. Ætlanin er eisini endurgivin í fleiri ísraelskum og amerikanskum miðlum.

21-punktsætlanin snýr seg ikki um at fáa ísraelskar gíslarnar aftur og at avmilitarisera Hamas. Meira áfallandi er, at USA fer burtur frá sínum fyrru útsøgnum um at yvirtaka Gasa og gera tað til eina riviera – útsagnir, sum sendu sjokkbylgjur um allan heim.

Í ætlanini hjá Trump eggjar hann nú palestinarum at vera verandi í Gasa, og fer at geva teimum, sum fara avstað, loyvi at venda aftur.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo